Mikukvøldið datt eitt privatflogfar niður nakað norðanfyri russiska høvuðsstaðin, Moskva. Flogfarið var á veg úr Moskva til St. Pætursborg. Wagner-bólkurin hjá leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, átti flogfarið, sum var av slagnum, Embraer Legacy 600.
Við á vanlukkuferðini vóru 10 fólk, millum hesi eisini stovnararnir av Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin og Utkin Dmitriy, ofta róptur høgra hondin hjá Prigozjin. Í flogfarinum var pláss fyri 13-15 fólkum. Umframt Wagner-fólkini, sum tilsamans vóru sjey, taldi manningin trý.
Fyrr í summar gjørdi Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, sum annars hevur barst á russiskari síðu í Ukraina, síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga hálvum øðrum ári síðan, uppreistur í Russlandi.
Tá herlið hansara nærkaðust russiska høvuðsstaðnum, Moskva, bað hann sínar deildir venda aftur. Men, tá høvdu Wagner-deildirnar longu skotið niður nakrar russiskar tyrlur og onkur flogfør, og einir 12 flogskiparar høvdu latið lív.
Tað var forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum fekk yvirtalað Wagner-leiðaran at venda aftur og gevast við uppreistrinum. Avtalan var, at Jevgenij Prigozjin skuldi flyta til Hvítarusslands.
Ein annar partur av avtaluni var, at russiski forsetin lovaði Wagner-leiðaranum, at bæði hann og hansara menn skuldu sleppa undan rættarsókn fyri uppreisturin, tó at Wagner-herdeildir við átakinum høvdu niðurgjørt Vladimir Putin.
Mong hava síðan uppreisturin væntað, at russiski forsetin - tó at hann og Jevgenij Prigozjin í nógv ár vóru vinmenn - fór at hevna seg móti Wagner-leiðaranum. Vladimir Putin rópti uppreisturin landasvik.
Nú flogfarið hjá Wagner, eftir øllum at døma við bæði Jevgenij Prigozjin og Utkin Dmitriy umborð, datt niður, eru tað mong sum halda, at hetta er ein tilætlað atsókn - antin hjá Putin sjálvum ella russisku hernaðarleiðsluni.
Men, hetta er ikki váttað, og so seint sum í gjárkvøldið segði amerikanska verjumálaráðið, at einki bendir á, at ein loftverjurakett hevur rakt flogfarið.
##med2##
Sambært Flightradar24, sum fylgir við flogferðsluni, hvarv flogfarið hjá Jevgenij Prigozjin av radaranum mikukvøldið klokkan 18.11, lokala tíð. Men, áðrenn tað, vóru eingi tekin til, at flogfarið hevði nakrar trupulleikar.
Dátur hjá Flightradar24 vísa, at seinastu 30 sekundini misti flogfarið flogið og datt niður ígjøgnum luftina. Flogfarið hevði tá verið á flogi í 30 minuttir og var komið upp í 8.500 metra hædd.
Umframt Jevgenij Prigozjin og Utkin Dmitriy, var eisini Valerij Tjekalov í flogfarinum. Hann var ein av bestu vinum Prigozjins og hevði eitt nú ábyrgdina av trygdini hjá Wagner-leiðaranum og samskipan hjá Wagner-bólkinum.
Fleiri vitni í russiska býnum, Kuszhenkino, sum liggur nær leiðini, har flogfarið datt niður, siga, at tey hoyrdu ein ella fleiri harðar smellir í tíðini, tá flogfarið datt niður. Onkur vitni siga, at tað var ikki toran, tey hoyrdu, tí smellirnir ljóðaðu av metalli.
##med3##
Sambært vitnum nærindis vanlukkustaðnum eru vraklutir av flogfarinum funnir yvir økir, sum eru fleiri kilometrar stór.
Útlendskir miðlar vita at siga, at felagið, sum í sínari tíð seldi flogfarið til Wagner, hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi og flogfarið, sum datt niður mikukvøldið, hevði ikki verið til eftirlit síðan 2019.
Kelda til hesa grein er norska kringvarpið, NRK.