Hevur einsamallur goldið 100.000 krónur

Í dag eiga allir fiskimenn at fara í Løgtingið at mótmæla, at tumlaskrúvan enn einaferð verður táttað

Vit hava longu goldið ballið sjálvir bæði væl og virðiliga. Tí eiga allir fiskimenn, sum eru heima, at fara í Løgtingið seinnapartin í dag at mótmæla, at tumlaskrúvan verður táttaðar enn eitt vet.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá Mortan G. Berjastein, nevndarlimi í Føroya Fiskimannafelag, á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum.

- Vit eiga at vísa okkara ónøgd við, sigur hann. 

 

Tað, sum fær hann at heita á fiskimenn um at møta fjølmentar upp í Løgtinginum at mótmæla, er, at nú ætlar samgongan bæði at hækka tilfeingisgjaldið á makreli og á sild.

 

Tað er ein spurningur, Løgtingið fer at viðgera nú seinnapartin-treytað av, at einki uppskot um misálit á Jørgen Niclasen verður lagt fyri Løgtingið.

 

- Tað verður sagt, at tilfeingisgjald verður lagt á vinnuna, men vit vanligu fiskimenn rinda jú okkara stóra part, tí tað fær avleiðingar fyri tað, sum verður at býta til manningina. 

 

Tí er hetta í eins stóran mun ein fiskimannaskattur, sigur Mortan G. berjastein.

Við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum sigur hann, at hann siglur sjálvur við uppsjóvarskipi og hevur góða inntøku. Og hann hevur heldur onki ímóti at rinda skatt, sigur hann.

 

- Veruleikin er bara tann, at tað hava eg, og aðrir fiskimenn í uppsjóvarflotanum, longu gjørt í ríkiligt mát við verandi tilfeingisgjaldi.


 

- Tað verður so nógv rópt upp um flatskatt, og eg skal eisini vera tann fyrsti at ynskja hann bæði niður og norð, tí hann er helst beinleiðis orsøkin til, at samgongan sjálv kennir seg noydda at áseta tilfeingisgjald at seta í staðin fyri manglandi skattakrónurnar.


 

- Eg eri rættiliga vísur í, at varð flatskatturin ikki settur í verk, var sitandi, borgarliga samgongan heldur ongantíð farin at tosa um tilfeingisgjald, sigur Mortan G. Berjastein.

 

- Nú kann eg bara staðfesta, at meira enn helvtin av míni løn enn fer til skatt, arbeiðsmarknaðargjøld og onnur gjøld – umframt tilfeingisgjaldið!


 

Mortan G. Berjastein sigur, at í fjør fóru umleið 100.000 krónur av hansara hýru til tilfeingisgjaldið.

 

- Spæla vit, at eg eisini fái fullan ágóða av flatskattinum, kann skattalættin í mesta lagi vera 96.000 krónur fyri árið.

 

- Sostatt er hetta ein vánalig forrætning fyri meg, og tá eru aðrir fiskimenn, ið havi goldið nógv meira enn eg í tilfeingisgjaldi.


 

- Við øðrum orðum hevur uppsjóvarflotin væl og virðiliga einsamallur fíggjað flatskattin bara við tilfeingisgjaldinum, sum bara tey háløntu á landið fáa ágóðan av, eitt nú politikarar og búskaparfrøðingar, sigur Mortan G. Berjastein við Fiskimannafelagið.