– Eg veit ikki rættiliga, hvat eg haldi um landspolitikkararnar, sum sita í løtuni, men onkrir teirra hava verið eitt sindur óhepnir í sínum gerðum og úttalilsum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hyggur upp. Spurningurin um landspolitikkararnar hevur fingið hann at hugsað eitt sindur djypri enn tá prátað varð um ólavsøkuna ella tey hundraðtals slipsini hjá honum.
– Havnin verpir í dag gullegg, og tí skilji eg ikki teir landspolitikarar, sum vilja drepa hesa hønu, sum er til so stórt gagn fyri alt landið, leggur hann síðani afturat.
Ladar battarí í døgurðasteðginum
Heðin er einsamallur í fundarhølinum eina løtu. Tað er ikki oftari enn so.
– Eg plagi at seta meg inn her, tá tíðindini eru. Tað er so friðarligt, tí tá eru tey flestu í Posthúskjallaranum og fáa sær ein bita, sigur hann og skrúvar útvarpstólið eitt sindur harðari frá.
Tað snýr seg um almennan stuðul til røktarheimspláss í tíðindunum, og so fáa landsmyndugleikarnir eina lítla viðmerking afturat við á vegnum.
– Misskil meg ikki. Eg havi ein fínan dialog við landsmyndugleikarnar, men tað er ofta ein kampur, leggur hann afturat.
Tað eru seks tímar síðani Heðin fór upp. Eitt korter til sjey var hann á Tórsbreyt og rann nakrar umgangir, og síðani trý korter til átta hevur hann verið á skrivstovu síni í Gamla Kommunuskúlanum. Nú etur hann nakrar fruktir og lurtar eftir tíðindunum, men tað er ikki so nógv sjálvi tíðindini, sum er tað sum telur. Tað er løtan. Fríløtan, sum skal til á miðum degi, fyri at borgarstjórin eisini skal orka at halda ferðina seinnapartin. Tí ferð er á alla tíðina.
– Hevði tað verið nakað, sum æt DAMP, tá eg var lítil, hevði eg sikkurt fingið ta diagnosuna, tí mær dámar als ikki at sita í frið, sigur hann og sløkkir útvarpið, tá kunngerðirnar eru lidnar.
Nýtt og gamalt
Á skrivstovuni hjá borgarstjóranum, sum ikki er so stór, sum mann kundi ímyndað sær, hanga fleiri málningar, umframt at model av fleiri standmyndum hjá kommununi standa á borðum og hillum. Málningarnir eru bæði gamlir og nýggir. Har er ymiskt frá Waagstein via Ingálv av Reyni til Tórbjørn Olsen. Men tann, sum kanska hóskar seg best til borgarstjóra-skrivstovuna er ein málningur frá 1932 av Bent Restorff. Hann ímyndar Kongabrúnna, og er málaður í 1932.
Á skrivaraborðinum stendur eisini ein ramma við smáum myndum av familjuni. Konan Hjørdis ovast og so børnini og abbabørnini niðureftir.
Heðin Mortensen er altíð væl klæddur, men har er eisini eitt sindur av klæðum at velja í har heima.
– Eg má siga sum er, tað er konan Hjørdis, sum hjálpir mær við klæðunum, og tað er sum oftast hon, sum velur, hvat eg skal fara í, sigur Heðin og sær eitt sindur foyur út.
Men hann mannar seg upp og leggur afturat:
– Tað er væl soleiðis hjá øllum pørum, at annar parturin er betri til okkurt enn hin, og hjá okkum er tað altso Hjørdis, sum hevur best skil á klæðum – bæði sínum egnu og mínum, so er tað sagt. Men eg dugi so ymiskt annað húsligt, sigur hann síðani smílandi.
Og har er eins nógv at halda skil á hjá Hjørdis. Heðin eigur eini 30 klædningar, meira enn dupult so nógvar skjúrtur, og so eru tað slipsini.
– Tey havi eg ikki tal á, men har eru væl fleiri hundrað eftirhondini. Eg fái meg ikki at blaka nøkur av teimum burtur, tí tey siga øll eina søgu. Eina søgu um sína tíð, fortelur Heðin, og tankarnir flákra eitt sindur. Kanska aftur til tað fyrsta slipsið, sum ivaleyst er frá einaferð fyrst í 60-árunum.
Tríggjar fundir í senn
Hesin arbeiðsdagurin hjá Heðini er ikki av teimum vanligu. Tað eru eingir formligir fundir í nevndunum hjá býráðnum. Annars eru teir fundirnir ofta, og tá kemur tað meira enn so fyri, at Heðin rennur millum tey bæði fundarhølini, sum eru við stjórnarskrivstovurnar á Vaglinum.
Í dag heldur hann seg til fundarhølið í hølinum út ímóti Tinghúsinum. Har er hampiliga gott pláss, so leingi talan ikki er um alt ov nógvar fundarluttakarar.
Og tað gongur væl at fáa tingini frá hondini.
– Eg vil ikki hava nakað skelti, sum ikki er á føroyskum.
Heðin heldur fund við tvey av embætisfólkum sínum um plasering av teimum ymsu tiltøkunum á Ólavsøku. Hann er sjálvur við, tá tær 70 umsóknirnar skulu viðgerast, og tað heldur hann ikki vera løgið.
– Sum borgarstjóri í Havn varði eg av og havi ábyrgdina av Ólavsøkuni, og tí má eg eisini vera við í fyrireikandi arbeiðinum, svarar hann, tá hann verður spurdur, um arbeiðið hjá borgarstjóranum ikki kunnu blíva í nágreiniligt.
– Einki skelti, har tað stendur «Pandekagehus«. Har skal standa »Pannukøkuhús« ella einki, sigur hann, og embætisfólkini eru samd.
Hurðin gongur og inn kemur fyriskiparin av Asfalt-tiltakinum. Heðin og hann førka seg yvir til hin endan á borðinum, og meðan teir tosa um, hvussu býurin skal steingjast, meðan tiltakið er, kemur skrivarin inn við einari telefon til Heðin. Hann sigur »Heðin«, og leggur síðani afturat eftir at hava lurtað eina lítla løtu: »Kom bara oman í fundarhølið, so finna vit útav tí«.
Løtu seinni eru tríggir fundir í gongd í senn í sama høli, og Heðin rennur eitt sindur ímillum, sum hann er vanur.
Degnshús ein perla
– Er hetta ikki ein sonn perla, spyr Heðin og peikar upp á hvíta húsið í stóra garðinum við Tinghúsvegin.
Vit eru uttanfyri Degn´s hús, sum kanska meira enn nakað annað í Havn er ímyndin av arbeiðslagnum hjá Heðini. Tað er nevniliga ikki langt frá orði til handling honum. Tað er tað, sum hann er kendur fyri, men tað hevur eisini givið honum nøkur knubbs. Millum annað tá hann fekk ætlanina við at keypa Degn´s hús ígjøgnum.
– Hvat skuldu vit annars gjørt, spyr hann og svarar sjálvur:
– Vit kundu ikki lata húsini fara, og so fáa ein skrivstovu ella handilsbygning í fimm hæddum upp her.
Fimm milliónir kommunalar krónur seinni vóru húsini ogn hjá Tórshavn, og nú skulu borgararnir eisini sleppa at njóta húsið.
– Eg veit ikki ordiliga, hvat vit gera, men eg kundi ímynda mær eina listaframsýning í Degn´s húsi á Ólavsøku, sigur Heðin og sær nøgdur út.
Onnur skulu eisini gjalda
Tað er fundur aftur. Hesaferð eru tað tvey umboð fyri Eik Banka, sum skulu kunnast um eitt uppskot til fríðkan av økinum millum Eik Banka í miðbýnum og kioskina hjá Astu. Ætlanin er at fáa bankan at gjalda sítt, tí bankin eigur ein part av tí øki, sum býráðið vil hava umbygt, so borgarin kann hugna sær.
Býararkitekturin hevur gjørt nakrar nýggjar tekningar, tí sum er, tíma fólk ikki at brúka økið.
– Vit hava áður við góðum royndum arbeitt saman við privatum her í býnum, tá tað snýr seg um at fríðka um býin, og tað er ein máti at skaffa pengar beinanvegin, soleiðis at nakað hendir, fortelur Heðin Mortensen og nevnir húsini millum Føroya Banka og Konditaríið, sum Føroya Banki nú umvælir, og so syrgir býráðið fyri, at tað verður leigað út til rætta endamálið.
– Vit vildu allarhelst keypt húsini frá Føroya Banka, men hann vil ikki selja, og so gera vit upp á hendan mátan, leggur hann afturat.
Ætlanin at fríðka um og byggja okkurt spennandi millum Eik og Astu fær onga avgerð hendan dagin. Fólkini frá Eik Banka lova at tosa við leiðsluna í bankanum, og á veg út gjøgnum hurðini biður Heðin tey endiliga ringja, so skjótt tey vita nakað.
– Tað kann gott verða í kvøld á midnátt, leggur hann afturat.
Handilslív
Eftir ein stuttan fund við varaborgarstjóran fara teir báðir niðan eftir Áarvegnum. Tað er Kondittaríið, sum letur uppaftur. Tíverri ikki sum kondittarí, men borgarstjórin fegnast kortini um, at lív kemur aftur í húsið. Tað er eigarin og kona hansara, sum lata upp ein klædnahandil. Heðin hevur eina blómubukett við.
Sjálvt um tað kann tykjast eitt sindur óvanligt, at ein borgarstjóri rennur millum handlarnar í Havn, so hvørt sum teir lata upp, so heldur Heðin ikki, at nakað løgið er í so máta.
– Trivnaðurin í Havn hevur í allarhægsta grad at gera við tilboð, sum borgarin kann fáa, og handilslív er eitt tilboð til borgaran, sigur hann.
Tí fær Brynhild blómur, nú hon letur upp handil, og tað fáa øll, sum lata upp handil í býnum. Tá borgarstjórin hevur tíð – og tað hevur hann sum oftast, tó at hann hevur ivaleyst at gera – so avleverar hann sjálvur blómurnar.
Ein hálvur arbeiðsdagur saman við borgarstjóranum í Havn er um at vera av. Klokkan er hálvgum tvey, og Heðin skal aftur at fundast. Arbeiðsdagurin hjá honum er sjáldan liðugur fyrr enn klokkan halvgum átta-átta, og so eru tað javnan almenn tiltøk á skránni um kvøldið ella í vikuskiftunum.
– Tað veit eg ikki, men einar 11-12 tímar um dagin, og so nakrar í vikuskiftinum eisini, so kanst tú rokna út, svarar Heðin, tá hann verður spurdur hvussu nógv hann arbeiðir sum borgarstjóri.
– Men eg elski mítt arbeiði, so tað kennist als ikki hart, leggur hann afturat.
______________________________________
Soleiðis er Heðin eisini
Heðin Mortensen elskar føroyskan mat, men hann sigur ikki neitakk til ein góðan búff við einum glasi av fronskum reyðvíni afturvið. Eisini dámar honum væl kinesiskan mat.
Hann hevur lutfalsliga stóran áhuga fyri bilum – er upprunaliga útbúgvin bilmekanikari hjá Wenzil – og koyrir framvegis Ford. Hansara yndis-luktilsi (til sín sjálvs) er Fahrenheit. Konan Hjørdis strýkur allar skjúrturnar. »So kann eg taka mær av onkrum øðrum húsligum«, umber hann seg. Heðin elskar list, og dugir eisini sjálvur at mála. Hann er traðarmaður, og hevur eisini summarhús á Leynum. Tá hann er á trøðni ella í summarhúsinum, slappar hann av, men tað er sjáldan at hann sløkkir fartelefonina.