Hevur ikki neyð­ugt álit á Johan Dahl

Páll á Reynatúgvu úr Tjóð­veldi, hevur ikki so stórt álit á Jo­han Dahl, at hann vil geva honum fríar ræsur at ein­skilja Strandferðsluna.

Løgtingið viðgjørdi týs­dag­in eitt upp­skot um at geva lands­stýr­is­manni­num í vinn­u­mál­um heim­ild at ein­skilja sigl­ing hjá Strand­ferðsl­uni.

Men tað eru tjóð­veld­is­fólk ikki sinnað til.

Tey halda, at talan kann ikki verða um at geva Johan Dahl ein blankokekk at ein­skilja Strandferðsluna.

– Áðrenn tað yvirhøvur kann verða talan um at við­gera mál­ið, má Jo­han Dahl hava eina eitt greitt upp­legg um, hvussu hann æt­l­ar at fara fram, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann vísir á, hvussu strígg­ið tað er at varðveita tæn­ast­u­stig­ið hjá Strand­ferðsl­uni, nú hon er al­menn.

Hann stúrir illa fyri, hvussu tað fer at gangast, tá ið hon verður privat.

Hann hevur hug at rógva framundir, at Strand­ferðsl­an verð­ur nið­ur­pínd við vilja, nettupp fyri at slóða fyri at hon verður ein­skild.

Floksfelagi hansara, Bjørt Sam­uelsen heldur, at er ó­nøgd við Strandferðsluna, er bara at seta henni krøv.

– Tað ber væl til at seta ein­um stovni krøv um eitt á­víst tænastustig, hóast hann er almennur, sigur hon.