- Skattamálið kulmineraði herfyri, tá ið tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, sum hevur havt ábyrgd av dekninginum hjá sjónvarpinum av málinum, varð søgd úr starvi. Er tað hugsandi, at føroyski public service stovnurin ávirkast av kreftum uttanífrá? Tilgongdin er ikki góð fyri kritiskan tíðindaflutning.
Soleiðis skrivar Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka, í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum. Jørn Astrup vísir á, at tíðindaflutningurin hjá Kringvarpinum og Sosialinum um skattamálið hevur verið atfinningarsamur, og við sínum tíðindaflutningi hava miðlarnir bjóða valdshavarum av.
- Hugvekjandi er tað at síggja, at málið nú hevur fingið ógvusligar avleiðingar í Kringvarpinum. Hava føroyingar valt løttu loysnina og skotið journalistin við teirru vón, at málið fer at hvørva, spyr Jørn Astrup Hansen.
Tíðargreinin varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku. Men nú er hon eisini á in.fo, og tú kanst lesa hana við at trýsta her