Málið móti eigaranum av eini bilasølu í Havnini, har viðkomandi er skuldsettur fyri svik móti landskassanum, er nú handað ákæruvaldinum, ið skal taka støðu til, um farið verður víðari við málinum. Tað upplýsir Martin Gravesen, varafúti, fyri in.fo.
Varafútin upplýsir, at málið fevnir um tólv-fimtan bilar, men ynskir ikki at nevna hvussu nógvan pening illgruni er um, at viðkomandi hevur snýtt landskassan fyri.
18. mars upplýsti Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, tó fyri in.fo, at talan er um svik fyri fleiri hundraðtúsundtals krónur. og í rannsóknini móti bilasøluni mánadagin 18. januar legði løgreglan heild á fleiri bilar, ið mett verða hava eitt virði á umleið tvær milliónir krónur.
Varafútin upplýsir, at illgruni er um, at bilarnir hava havt eitt størri virði enn tað, ið keyparin hevur upplýst, tá hann hevur fingið bilarnar til landið. Á tann hátt hevur keyparin rindað minni í avgjøldum til landskassan enn hann átti.
Tað var eftir eina fráboðan frá Akstovuni, har stovnurin metti, at alt ikki ruggaði rætt við tølunum, at løgreglan valdi at kanna málið.