Hevur nú seks umboð á tingi

Kristian Magnussen ætlar sær at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy

Tingbólkur Javnaðarfloksins vaks herfyri úr fimm tingmonnum upp í seks. Hetta var, tá Kristian Magnussen, sum varð valdur á ting fyri Verkamannafylkingina limaði seg inn í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og í bólk Javnaðarfloksins á tingi.

Kristian Magnussen var ein at stóru atkvøðuslúkarunum við seinasta løgtingsval saman við Bjørn á Heygum, sum fekk 646 atkvøður og Maritu Petersen, sum fekk 595. Kristian Magnussen fekk 565 atkvøður.

Til løgtingsvalið komandi ætlar Kristian Magnussen sær at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.

Við seinasta løgtingsval gekk ikki so væl hjá Javnaðarflokkinum - heldur ikki í Suðurstreymi. Flokkurin hevur síðani 1978 havt tvey umboð á tingi, men misti annað umboðið við seinasta val.

Verður fólkatingsvalið hesaferð nýtt sum barometur, so vinnur flokkurin aftur hetta umboðið - um veljarin velur áleið á sama hátt til løgtingsvalið