Stríðið millum hetlendskar og føroyskar fiskimenn kyknaði aftur í dag, tá Shetland News bar tey tíðindi, at tað er follið hetlendskum fiskimonnum fyri bróstið, at Jupiter hevur fiskað ov nógvan makrel í føroyskum sjóøki.
Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Føroysk Nótaskip, er ikki bilsin yvir, at stríðið er kyknað aftur.
- Vit hava sæð eina stóra ónøgd í Hetlandi og Skotlandi viðvíkjandi sáttmálum um makrelveiðu, ið varð undirskrivað á Grækarismessu 2014. Føroyingar kravdu tá ein størri part, tí okkara meting var tann, at makrelurin hevði broytt ferðamynstur og svam nú longur vestur og norður enn áður, greiðir Jógvan Jespersen frá og leggur afturat.
- Nýggja avtalan innibar, at ES og Norra máttu minka um teirra part við 22 prosentum, meðan føroyingar fingu 7 prosent meira, og ein bólkur á 15,6 prosent varð givið til Russland og Ísland at fiska. Harumframt hava føroyingar fingið loyvi at fiska tretivu prosent av kvotuni í ES-sjógvi.
Tað kemst ikki uttanum, at tá kvotan minkar so nógv, so má hon raka onkran. Sambært Jógvan Jespersen, so eru tað smá lokalsamfeløg í Skotlandi og Hetlandi, ið vórðu harðast rakt.
- Tað eru lokalsamfeløg í Skotlandi og Hetlandi har makrelfiskiskapurin er altavgerandi. So at missa ein stóran part av kvotuni hevur rakt hart og merkist í summum støðum. So tað er ikki løgið, at ein vreiði tendrast, tá tey síggja føroysk skip fiska makrel í teirra sjóøki.
- Tey eru ónøgd við tvey punkt í sáttmálanum. Fyri tað fyrsta, at sáttmálin er so góður fyri føroyingar, og fyri tað næsta, at føroysk skip sleppa at fiska á teirra sjóøki.
Reiðaríið hjá Jupiter, Varðin í Gøtu, avvísir, at føroyska skipið yvirhøvur hevur fiskað í hetlendskum sjóøki, men at skipið einans hevur fiskað í føroyskum sjóøki. Tað er eisini tann fatan, ið Jógvan Jespersen hevur.
- Eg kenni ikki til ítøkiliga málið, men so vítt sum eg veit, so er tað ikki rætt, at Jupiter hevur fiskað í ES-sjógvi, men hava teir roynt í føroyskum sjógvi.