- Hevur stóran týdning fyri oynna

Starvsfólk hjá Varðanum Pelagic fegnast nú tað er endaliga greitt, at virkið verður endurreist

Tvøroyrar kommuna játtaði í morgun eina umsókn frá Varðanum Pelagic til byggiloyvi at endurreisa virkið, ið fyrr í ár brendi í grund á havnarlagnum í Tvøroyri.


At málið hevur stóran týdning fyri býin var sjónligt, tá býráðslimirnir vóru týðuliga fegnir og hildu fyri, at hetta var líka stórt gleðisstig, sum tá Varðin Pelagic í sínari tíð fekk byggiloyvi at byggja virkið á Tvøroyri.


Tað eru ikki bara býráðslimir, ið fegnast yvir avgerðina, men var talan um gleðitíðindi fyri alla oynna. Tað metir hvørt fall Rúni Thomsen, ið er ein av mongum suðuroyingum, ið arbeiðir á Varðanum Pelagic.


- Teir søgdu beinanvegin, at virkið fór at blíva endurreist, men at fáa tað endaliga staðfest er stórt. Tað hevur stóran týdning fyri alla oynna, at virkið verður endurreist. Virkið hevur skapt stórar inntøkur fyri Suðuroynna, og fer nú at gera tað framyvir, sigur Rúni Thomsen.


Spurdur um tað er rætt, at virkið verður bygt uppaftur á sama staði, tá hugsað verður um trygdina, er Rúni Thomsen skjótur at vísa sjónarmiðinum frá sær.


- Alt annað hevði verið ólogiskt. Frystigoymslurnar eru á havnarlagnum, so tað er logiskt at virkið eisini er har, sigur Rúni Thomsen.