Hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni

Í dag eru koyrilíkindini vánalig um stóran part av landinum

Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgruni. Men koyrilíkindini hava verið vánaligt og løgreglan veit um tveir bilar, sum eru farnir út av. Men ferðin var ikki nógv og eingin fólkaskaði hendi.

 

Men í nátt fekk løgreglan eisini boð um, at nøkur ungfólk vóru á veg ígjøgnum Leirvíkartunnilin á veg ímóti Gøtu. Tey vilja helst ikki hava, at fólk fer til gongu ígjøgnum tunlar, tí tað er ikki serliga trygd. Tískil fór løgreglan eftir teimum og koyrdu tey ígjøgnum tunnilin.

 

Annars kannaði løgreglan ferðsluna í nátt ymsastaðni á meginøkinum. Har vórðu einir 30 bilar kannaðir, men har var einki at finnast at, men tveir bilførarar fingu eina átalu fyri okkurt smávegis brek. Hinvegin er ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring í øðrum sambandi og ein maður, sum var til ampa á einu hotelli í Havn, varð tikin á løgreglustøðina at sova rúsin av sær.

 

Annars sigur Landsverk, at koyrilíkindini eru einki serligt, tí tað ver vandi fyri hálku um alt landið – og tað rýkur. Rættiliga illa í ælunum.