Heykur úr Hósvík eigur bestu manningina í kappingina millum 5-mannafør við dreingjum.
Í dag vann Heykur á varmakeldu í Fuglafirði. Tað var javnt millum fleiri bátar, inntil hálvt málið var rógvið. Drekin og Sílið fylgdu væl við, og sammett við undanfarnu ferðirnar var merkisvert, at Karin úr Klaksvík stóð seg so væl.
So spílaðu Heykur og Royndin Fríða seg meiri út enn allir hinir.
Hesir báðir bátarnir róðu eina løtu borð um borð og stavn um stavn, men í endaspurtinum vóru hósvíksdreingir drúgvari, og teir vóru stóran skutin undan Royndini Fríðu.
1 Heykur 5.02.12
2 Royndin Fríða
3 Karin
4 Sílið
5 Drekin
6 Tjaldrið
7 Firvaldur
8 Jallurin
9 Ørnin
10 Teistin