Hildigarð er vakrasta genta í Sandoynni

Leygarkvøldið varð hon vald til Miss Sandoy í kapping við tríggjar aðrar

Vakurleikakapping

Hildigarð Petersen er vakrasta gentan í Sandoynni.
Tað fekk tann 15 ára gamla gentan heiman av Sandi pappír uppá leygarkvøldið.
Tá varð skipað fyri kapping um at gerast Miss Sandoy.
Fýra gentur høvdu meldað seg til, men tá ið avtornaði dróg Hildigarð Petersen longra stráðið, beint fyri nøsini á Arnu D.Clementsen, sum var nummar tvey. Tað var bara ein atkvøða á muni, so tættari kundi tað ikki verið.
Hinar báðar, sum vóru við í kappingini vóru Hedevig Dalsgaard og Sara Novicka.
Allar fýra genturnar eru Heiman av Sandi og tær fingu allar prógv um, at tær høvdu verið við. Men umframt heiðurin fingu tær allar ein lítlan kekk.
Tiltakið var i virkinum á Sandi, at rættiliga nógv fólk varð samankomið.
Á tiltakinum undirhelt Johan í Kollafirði og hann spældi eisini til dansin aftaná, men tá legði DJ Hustler eisini plátur á.
Tað vóru áskoðararnir, sum dømdi, men eitt serstakt dómaraborð, sum fyrireikararnir settu, hevði eisini eitt orð at siga.
Hetta er onnur vakurleikakappingin í hesum umfarinum. Nakað síðani var Miss Suðuroy vald og leygarkvøldið er tað vakrasta vágagellan, sum skal finnast.
Men hetta er við tí fyrivarni, at samferðslan ikki verður løgd lamin, ella at aðrar forðingar taka seg upp, nú verkfall er.
Ætlanin er at hava kappingar kring alt landið og so at enda við eini finalu, har Miss Føroyar skal veljast. Ætlanin er, at bæði nummar eitt og nummar tvey í hvørjari økiskapping vera við í finaluni.
Tað er ítróttarfelagið ?Muaythai Faroes?, sum skipar fyri.
Hetta er eitt felag, sum tvøramaðurin, Bjarni Hammer, hevur stovnað við tí endamáli at íðka tann sermerkta ítróttin, sum eitur kickboxing, í Føroyum.
Og endamálið við hesum vakurleikakappingunum er at styrkja felagið fíggjarliga, so at hetta slagi av ítrótti so við og við kann breiða seg um landið.