Í næstu viku fer amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, á eina rundferð til fleiri lond, og tann fyrsti steðgurin verður í Keypmannahavn, hagar hon kemur tann 31. mai. Í Keypmannahavn skal Hillary Clinton tosa við fleiri leiðandi politikarar.
Úr Keypmannahavn fer uttanríkisráðharrin til Oslo, har hon verður høvuðsrøðari á einari altjóða ráðstevnu um heilsu. 3. juni fer hon til Stockholm, har hon skal tosa við svenskar politikarar um varandi orku, Miðeystur og Afghanistan.
Eftir vitjanina í Svøríki fer Hillary Clinton til Armenia, Aserbajdsjan og Turkalands. Í hesum londunum skal hon tosa við politikarar um demokrati, búskaparliga menning og bardagan ímóti yvirgangi. Í Turkalandi skal hon tosa við turkisku stjórnina um støðuna í Sýrialandi og um Iran.