Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen vóru við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød tóku móti greiða oddaliðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, OB.
Hillerød megnaði javnleik 1-1 móti sum er fremst í deildini við 46 stigum, níggju stig frammanfyri næstfremsta liðið, Fredericia.
Í 28. minutti legði Cornelius Allen Hillerød á odda. OB javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hillerød er nummar seks í deildini við 25 stigum.
Klokkan 12 í dag spæla Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding dyst á útivølli móti Esbjerg.
Sunnudagin klokkan 14 tekur liðið hjá Mattiasi H. Lamhauge, FC Fredericia móti HB Køge á heimavølli.