Hin føroyska bíblian 50 ár

19. mars 1949 var fyri mangan føroyingin ein merkisdagur. Hetta var útgávudagur, og móðurmálsbíblian lá á borðinum. Eg havi hoyrt kenslubornar frásagnir um menn sum grótu av gleði hendan vármorgunin. Símun Absalonsen hevur eftir áheitan frá blaðnum skrivað hesa greinina í samband við at tað í dag eru liðin 50 ár síðani bíbliutýðingin hjá Victor Danielsen kom út

Símun Absalonsen


Í søguligum høpi eru fimmti ár ikki long tíð, serliga ikki tá talan er um bíbliutýðingar. Og føroyskt man vera ímillum tey seinastu eruopeisku málini ið fingu sína egnu týðing. Nærum allar týðingar hava sína egnu søgu, ið kann vera bæði hugvekjandi og skelkandi.


Reformatorarnir og bíbliutýðingar

Enski reformatorurin John Wyclif (1329-84) týddi ?The Latin Vulgate Bible? til enskt. Trúarfelagar hansara ið nevndust ?lollardar?, høvdu sum aðalmál, at geva fólkinum bíbliuna á móðurmálinum. 100 ár seinni tók Luther av fullum huga undir við hesum tanka, men bæði í Onglandi og á eruopeiska meginlandinum var mótstøðan øgilig frá myrku miðaldarkirkjuni. Wyclif varð rikin úr Oxford og tað var eitt undur, at hann ikki gjørdist blóðvitni. Nøkur ár eftir deyða Wyclifs var tað lýst deyðarevsing yvir tann ið átti eina Wyclif bíbliu, og pávakirkjan gróv beinini hjá Wyclif uppaftur og brendi tey, til tess at vanhalga minni um John Wyclif.

Bókin ?Ein pínslaváttur? ið kom út á føroyskum í 1978, er frásøgnin frá einum forfylgdum lollarda. Enska gentan Margery, mátti bøta við lívinum fyri trúgv sína á boðskapin í sínari Wyclif bíbliu.

Týðing Luthers fekk eisini at smakka koyrilin frá miðaldarkirkjuni. Hetta var 100 ár eftir Wyclif og Johan Hus, men fólk vóru nú meira upplýst, og mark var fyri hvussu leingi kirkjan kundi halda fólkinum í myrkri og vannkunnleika. Tað politiska vald og kúgan ið kirkjan stóð fyri stóð í andsøgn til boðskap nasarearans, og tað kendist tí sum ein hóttan, um fólk sjálvi fóru at lesa nýggja testamenti.

Um ár 1500 umsetti William Tyndale bíbliuna úr frummálinum til enskt. Hon kom út í 1535. Árið eftir varð Tyndale tikin av døgum og jørðisku leivdir hansara vórðu brendar. Í Bretlandi skipaðu kirkjuligir embætismenn um somu tíð fyri almennari bíbliubrenning av týðing Tyndales.

Men tað man kennast sum lagnunar speisemi, at týðing Tyndales fá ár seinni varð viðurkend, og tann kenda útgávan ?King James Version? er í roynd og veru ein endurskoðað Tyndale týðing.

Í søguligum baksýni má ásannast, at søgan um bíbliutýðing til europesik mál, er ein søga um mót, áhaldni, blóð, sveitta og tár.

Eitt av aðalmálunum hjá Luther var, at fólk skuldu fáa bíbliuna á egnum máli. Í samsvar við andan í reformatiónini kom bíblian á svenskum í 1541, hin danska í 1550 og hin íslendska í 1584. Men føroyingar máttu bíða í 400 ár.


Fyrsta føroyska royndin

Hóast siðaskifti (reformatiónin) frá 1540 eisini í Føroyum átti at ført framstig við sær á mentunarliga økinum, so má ásannast, at føroyskt mál og mentan vóru fyri stórum bakkasti. Latínskúlin varð niðurlagdur og danskt gjørdist heilagt mál her á landi.

Tann fyrsta royndin at flyta tær heilagu skriftirnar yvir í føroyskt mál varð gjørd av prestinum Schrøter í 1814. Hann var tá einasti føroyingur ímillum prestarnar her á landi. Sælands biskupur Munther gav Schrøter loyvi til at umseta nýggja testamentið til føroyskt og byrjast skuldi við Matteus evangelium.

Tá umstøðurnar verða havdar í huga, so fær ein stóra virðing fyri Schrøter. Hann skuldi týða til eitt mál ið einki skriftmál hevði. Schrøter legði tí støði undir føroyskum bókamáli við at gera eitt skriftmál og í 1823 kom ?Matteus? í hvørt heim í Føroyum.

Men móttøkan var kaldlig, og hevur hetta óivað gjørt sítt til at stígur kom í bíbliuumseting her á landi. Úr Føroyum var m.a. sagt í eini kæru til Sælands biskup: ?Ordet er ikke helligt nok, til at betegne så hellige ting. Vort maal kan være godt nok i daglig tale, men om de aandelige ting høre vi helst på dansk, for hvis udtryk i religionssager vi have baaret ærbødighed fra vi vare smaae.?

Onkur rødd í Føroyum vildi kortini vera við, at Matteus kundi vera onkrum her á landi at gagni. ?især gamle og enfoldige?, varð tikið til. Eitt brot úr týðing Schrøters sum umtalar tær 10 moyggjarnar ljóðar soleiðis:

Tær óvitigu tóku kolur sínar, men tóku ikki lýsi við sær. Men tær vitigu tóku lýsu við sær í kerum sínum afturat kolum teirra.

Fólk vóru kanska skelkað yvir, at hitt hátíðarliga bíbliumálið nú var vorðið roykstovutos.

At atfinningarnar úr Føroyum hava tikið fast hjá Schrøter er einki at ivast í.

Innan kirkjuna her á landi hava fleiri mætir menn stríðst fyri rættinum hjá móðurmálinum. Umframt Schrøter, kann nevnast: V. U. Hammershaimb, A.C. Evensen, J. Dahl o.s.fr. Hetta eru menn ið hava sett varðar eftir seg, føroyskum máli at frama.

Av tí at Victor Danielsen stóð uttan fyri fólkakirkjuna kundi hann sum blaðungur fara undir at týða og útgeva sálmar, bøkur, o.s.fr. uttan at biðja nakrar um loyvi. Hetta var ein grundlógartryggjaður rættur. At vera leysur av einum siðbundnum stovni hevur verið ein fyrimunur í hesum sambandi.


Victor fer undir verkið

Á vári 1934 fór Victor undir at umseta Nýggja Testamentið og varð tað útgivið í 1937. Málbúnin lá ógvuliga tætt uppat talumálinum og hesum fýltust málmenn at. Sjálvur segði Victor seg at hava verið í eini tvístøðu viðvíkjandi málbúnanum. Eitt fornt, mergjað og ramligt bíbliumál verður av mongum mett sum betur málrøkt, men Victor ynskti at geva vanliga føroyinginum eitt nýggja testamenti ið ikki tóktist fremmant frá gerandismálinum. Sama ár í 1937 fór hann undir at umseta gamla testamentið og í 1939 varð øll bíblian send til Noregs til prentingar.

Prentsmiðjan í Oslo fór undir arbeiðið og útvið 100 blaðsíður vórðu sendar til Føroyar til rættlestur tá týskarar hersettu Noreg. Tá kríggið var av kundið prentingin takast uppaftur, men tá avgjørdi Victor at vreka tað gomlu umsetingina og gera eina nýggja. Hon varð prentað í Føroyum og kom út 19. mars 1949.

Samanber ein Nýggja Testamentið frá 1937 við 1949 so er málið so mikið nógv broytt, at talan kann ikki vera um eina endurskoðaða útgávu, men heldur eina nýggja umseting. Málsligi búnin í 1949-útgávuni er fornari og treystari enn frá 1937, og hevði harvið flutt seg nakað í mun til talumálið.

Í dag tykjast flestøll at vera samd um at broytingin var til tað betra. Victor var málkønur og hevði stóran áhuga fyri máli. Hann kendi ikki frummálini, men týddi bíbliuna úr donskum, norskum, svenskum, íslendskum, enskum og týskum máli.

Victor las eisini norrønt og íslendskt og kunnaði seg soleiðis um tær málsligu røturnar ið føroyskt er í ætt við. Og hann var stinnur í føroyskari mállæru. Tá hann fór undir at umseta 1949 útgávuna kom tað honum tilgóðar, at hann hevði umsett bíbliuna áður. Fyri Victor var málið ikki bert eitt amboð til samskifti, men eisini ein mentunararvur ið ein átti at handfara vandaliga.

Hin søguligi og tjóðskaparligi týdningurin er tó ikki - so nógv hann enn kann hava at siga - upprunaliga orsøkin til, at farið varð undir at fáa Hinar heilagu skriftir út á føroyskum. Victor ynskti at boðskapur bíbliunar skuldi náa út til føroyingar, uttan at vera skerdur av málsligum skilarúmi. Ikki er óhugsandi at føroyingar fyri nærum 1000 árum síðani hava lisið bíbliuna á móðurmálinum. Vit vita, at øldir undan siðaskiftinum høvdu íslendingar umsett stór brot úr gamla testamenti til íslendskt og eru tey samlaði í ritsavninum ?Stjórn? frá 14. øld, so kanska hevur Sverri kongur sitið í Kirkjubø og lisið bíbliupartar á móðurmálinum.


50 ár í baksýni

Í dag rundar so týðing Victor Danielsens tey fimmti. At týðingin onkuntíð hevur verið fyri ákoyringum er eingin loyna. Hetta er ikki øðrvísi enn tað sum bæði Wyclif, Tyndale og Luther upplivdu. Men at føroyingar hava tikið hana til sín er ein sannroynd. Hon er til dagin í dag prentað í umleið 40.000 eintøkum!! Tá vit samanbera hetta við fólkatalið í Føroyum, so má ásannast, at umsetingin hevur fingið bestu autorisatión ið hugsast kann, nevnliliga, at føroyingar hava tikið ímóti henni.

Victor Danielsen setti á stovn Hin føroyska bíbliugrunnin, og hevur hesin grunnur síðani staðið fyri útgávuni. Í 1975 varð bíblian endurskoðað og smærri broytingar vórðu framdar. Bíblian er vorðin prentað í ymiskum støddum, frá tí ímillum ungfólk vælumtóktu lummastøddini til serligu útgávuna til sjónveik, ið av góðum grundum er stór í vavi. Eisini hevur bíbliugrunnurin útgivið Nýggja Testamentið innlisið á kasettubond.

Í 1948 vórðu nøkur fá eintøk royndarprentað. Abbi mín og Victor Danielsen vóru vinmenn og Victor gav honum eina 1948-útgávu. Eg hoyrdi einaferð abba mín siga, at tá hann hjartaliga takkaði Victor fyri ta stórfingnu gávuna svaraði Victor: ?Takka ikki mær, men takka honum ið gav mær evni og styrki til at fremja hetta verk.?

Tá Victor andaðist 2. februar 1961 hevði Poul F. eina minnisyrking, har hann í seinasta ørindi tekur soleiðis til: