Framsókn fer í hesi tingsetuni at seta fram uppskot, at lóg um skrásett parlag fær virkni í Føroyum. Allir borgarar skulu hava somu rættindi, heldur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, var ein av tveimum tingfólkum hjá Sambandsflokkinum, sum atkvøddi fyri skrásettum parlagi í 2002. Hann dylir ikki fyri, at hann tekur undir við uppskotinum, hóast undirtøkan ikki er stór í Sambandsflokkinum.
- Øll kenna mína persónligu meining. Henda samgongan hevur ikki skrásett parlag sum mál í samgonguskjalinum, og eg veit væl, at hetta verður ómetaliga torført at fáa samtykt í hesum samgonguskeiðnum, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum kortini leggur doyin á, at hann veit einki um innihaldið í uppskotinum, sum Framsókn fer at seta fram.
Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, segði á tingsins røðarapalli í gjár, at Sambandsflokkurin fer ikki at samstarva við Framsókn og andstøðuna um hetta málið.
- Samgongan fer ikki at seta uppskot fram um at broyta hjúnarbandslógina, og hon fer heldur ikki at taka undir við líknandi uppskoti. Tað stendur einki í samgonguskjalinum um slíka broyting, og eg kann lova, at hetta verður ikki framt, segði Alfred Olsen.
Eisini Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at hjúnarbandslógin verður ikki broytt.
- Í samband við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark við skrásettum parlag og broyting í hjúnabandslógini, havi eg fráboðað umsitingini í Innlendismálaráðnum og mínum samstarvsfeløgum í landstýrinum, at slík lógaruppskot verða ikki framløgd vegna samgonguna, so leingi eg havi ábyrgdina av málsøkinum, sigur Kári P. Højgaard.
Tingfólk leysar teymar
Allir flokkar á tingi uttan Miðflokkurin geva sínum tingfólkum fríar teymar at taka støðu í slíkum etiskum málum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, mælir eisini til, at tey tingfólk, sum taka undir við broyting í hjúnarbandslógini, skulu fara saman og orða eitt uppskot, sum loyvir samkyndum at ganga saman í parlag.
- Verður hetta til flokspolitiskt mál, fer einki at henda. Tingfólk skulu hava fríar teymar í hesum málinum. Tað er neyðugt og umráðandi at fáa eitt skynsamt orðaskifti, sigur Høgni Hoydal.
Lógin um skrásett parlag er danskt málsøki. Danska fólkatingið samtykti í summar at loyva kirkjuligari vígslu av samkyndum. Lógin er ikki galdandi í Føroyum, men hon kann setast í gildi, um føroyskir myndugleikar biðja um tað.