Hjalgím er á veg til KÍ

Bæði í Klaksvík og í Vágum er tað undan lyklauppgerðini í Sørvági stórt fokus á spælarum, sum skulu hjálpa til at sleppa undan niðurflyting

Fótbóltur

 

Talan verður um sannan gysara, tá ið 07 Vestur sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ. Vágamenn staðfesta, at um tað ikki eydnast teimum at fáa fulla úrtøku í Sørvági, so fer at síggja heilt illa út í royndini at sleppa undan niðurflyting.

- Tað er ikki liðugt fyrr enn alt er liðugt, og enn hava vit 12 umfør at hála okkum uppum niðurflytingarstrikuna. Vónin er framvegis har hjá bæði leikarum, venjarum, nevnd og áskoðarum. Í eini síðstu roynd at venda ringu gongdini, hevur felagið keypt nakrar nýggjar leikarar fyri at styrkja um hópin

– fýra útlendingar og ein føroying, ið allir hava skrivað undir kontrakt til kappingarenda, verður sagt í tíðindaskrivi frá 07 Vestur.

Føroyingurin, sum sipað verður til, er Jón Nielsen, sum síðsta sunnudag varð rikin av vølli í Fuglafirði og harvið er leikbannaður sunnudagin.

Jovan Panic, sum áður hevur spælt í Vágum, og Aco Pandurovic, sum í fjør spældi við NSÍ, hava verið í Vágum í fleiri vikur. Ígjár komu loyvini upp á pláss, og tí vera teir báðir við ímóti KÍ.

Tveir aðrir útlendingar hava í vikuni vant við í Vágum. Har vesturi vónaðu teir fyrrapartin, at pappírini skuldu koma upp á pláss í dag, so teir skulu hava møguleika at spæla sunnudagin. Talan er um framrættaðu Tamba Yarjah og Lewis Morris, sum eru úr Afrika, og sum áður hava roynt seg í Svøríki og Noregi.

 

Hjalgrím á trappuni

Í Klaksvík eru allir teir, sum vóru við í heimatapinum ímóti B68, tøkir. Undantakið er miðvallarin Erland B. Danielsen, sum varð illa skaddur í knænum miðskeiðis í 1. hálvleiki. Ætlanin hevur verið, at Høgni Madsen, sum higartil í ár hevur verið í NSÍ, skal loysa hann av, men spæliloyvið var ikki komið upp á pláss fyrrapartin ígjár.

Stóri spurningurin í Klaksvík er, um ein gamal kenningur, Hjalgrím Elttør, fer at spæla við KÍ sunnudagin. Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar til hesa søguna, sum heilt góðar keldur vita at siga.

Hjalgrím hevur spælt við NSÍ. Hann vandi ikki í gjárkvøldið, og hann hevur ongar viðmerkingar um, hvussu tað verður í framtíðini.

Í KÍ hava teir ongar viðmerkingar, og í NSÍ siga teir seg rokna við, at Hjalgrím framvegis fer at spæla við NSÍ, sum hann er sáttmálabundin at.

- Eg veit einki um, at Hjalgrím er á veg úr felagnum, so hatta havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ. Og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til spurningin, um Hjalgrím hevur ynskt at siga sáttmálan við felagið upp.

Okkara keldur vita at siga, at Hjalgrím hevur boðað NSÍ frá, at hann ikki ætlar at halda fram í felagnum, sum hann heldur ikki hava hildið sáttmálan. Hjalgrím hevur fingið sær løgfrøðiliga hjálp fyri at fáa NSÍ at leysgeva hann. Um hetta eydnast undan vikuskiftinum, so siga keldur okkara, at Hjalgrím Elttør verður í KÍ ferðalagnum vestur í Vágar sunnudagin.