Hjarnar á Summar Festival

Á Summar Festivalinum í ár verður eisini ein framførsla frá legendariska bólkinum Hjarnar. -Føroyskir rockbólkar á okkara døgum skulu tíðliga upp um morgunin, um teir skulu standa mát við tann tónleik, sum Hjarnar skapti og spældi meira enn 25 árum síðani.

 

Tað sigur Summar Festivalurin, sum kunngerð hetta navnið.

 

Hjarnar var frammi við sangum sum Breaking My Heart, So Excited, Into The Night, og seinni kom eisini hittið Alla Nátt. Við Karl Martini Samuelsen sum frontfiguri og Jørgeni Dahl sum komponisti skapti Hjarnar rocktónleik á altjóða stigi. Og teir rukku eisini út um landoddarnar, tá ið teir endaðu næstfremst í eini stórari tónleikakapping á Radio Luxembourg.

 

Hjarnar hava ? meira ella minni ? verið virknir øll árini síðani stóru tíðina, og teir eru til reiðar at spæla á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin verður í sterkastu manning við Karl Martini Samuelsen, Hans Black, Eyðuni Nolsøe, Jógvani Olsen, Ólavi Øster, Jørgeni Dahl, Graham Stewart og onkrum gestatónleikara.

 

Hetta upplýsir Summar Festivalurin