Hjartalig móttøka í Milano

Tá air-bussurin hjá Atlantic Airways hevði lent á Malpensa-flogvøllinum í Milano stutt fyri middag føroyska tíð leygardagin, og ferðafólkini vóru komin í komuhøllina, var hátíðarlig og hjartalig móttøka fyri føroysku gestunum og nýggju rutuni.

Tað vóru umboð fyri flogvøllin og umboð hjá Atlantic Airways í Italia, sum tóku ímóti, og av navni vóru hesi Aldo Schmid, Matteo Pomini, Giuseppe Veronelli og Luisa Fornara.

Hetta var ein rættilig hátíðarløta, tó at steðgurin ikki var langur. Røður vórðu hildnar og gávur handaðar. Okkurt var til góman, og okkurt var at leska sær við.

Lagið í komuhøllini var óføra gott, og her var nógvur látur, bæði av umboðunum hjá Atlantic Airways, sum vóru við á hesi ferðini og vertunum á Malpensa-flogvøllinum.

Ein snórur við italsku flagglitunum var spentur fyri føroysku gongdina, og tað var stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, sum fekk heiðurin at klippa og sum soleiðis læt alment upp fyri nýggju rutuni millum Føroyar og Milano.