Íslendski landsliðsleikarin av føroyskari ætt, Andrias Jacobsen verður ikki við, tá Føroyar og Ísland fara at spæla seinasta dystin í HM-millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund.
Andrea hevur verið við íslendska HM-hópinum í Stuttgart og Dortmund. Vónað var, at hon kundi yvirvinna skaðan hon hevur havt í økslini, men tað er staðfest nú, at hon verður ikki klár at tørna út fyri Ísland á hesum sinni.
Tað var stutt undan HM-endaspælinum, at Andrea meiddi økslina. Hon var heldur ikki við, tá Føroyar og Ísland spældu venjingardyst í høllini við Tjarnir fáar dagar undan HM-endaspælinum.
Andrea spælir annars við Blomberg-Lippe í bestu týsku hondbóltsdeildini.











