Hálvleikur er í dystinum í HM-millumbólki 2 millum Serbia og Føroyar í Westfalenhalle í Dortmund.
Støðan er 16-14 til Serbia. Føroyar hava brent tvey brotskøst, og hava eisini verið óneyvar í onkrum øðrum støðum.
Men við bert tveimum málum á muni ber til at knógva einum sigri.
Føroyar: Jana Mittún 5, Pernille Brandenborg 4, Súna K. Hansen 2, Elsa Egholm 1, Anna Elisabeth H. Weyhe 1, Maria P. Nólsoy 1.
Málverjar: Annika F. Petersen 2/9, Rakul Wardum 0/8.











