Tað sá svart út, tá 23 sekund vóru eftir av dystinum í HM-millumbólki 2 millum Serbia og Føroyar í Westfalenhalle í Dortmund.
Serbia var á odda 31-30, og var í álopi. Men tær serbisku brutu regulin um Fair Play í tí seinasta minuttinum, og fingu harvið leikara útvístan, og samstundis fingu Føroyar brotskast. Hesaferð skuldi Jana Mittún skjóta, og hon setti bóltin trygt í netið, og ein flottur 31-31 javnleikur var veruleiki.
Serbia var á odda 16-14 í steðginum. Tær serbisku brúktu síni vápn, og tær vóru ikki lítið harðligar í sínum verjuspæli. Føroyar vóru á odda 28-26 og 29-27, men tær megnaðu ikki at leggja seg trý mál framum.
Jana Mittún var við 10 málum og trimum uppleggum til mál, uppiborið vald at vera dagsins leikara. Við KVF segði Jana, at tað var gott at knógva javnleikin í seinastu løtu, men hon heldur samstundis, at Føroyar áttu at vunnið dystin.
Maria P. Nólsoy sigur við KVF, at høvdu Føroyar verið neyvari og avrikað betri í fyrra hálvleiki, so hevði tað borið til ein sigur.
Landsliðsvenjarin, Claus Mogensen segði við KVF, at hann stórfegnast um at fáa eitt stig, og hann heldur eisini, at Føroyar við við eitt sindur meir av neyvleika kundi vunnið á Serbia. Claus Mogensen metir ikki, at Føroyar við trimum stigum kunnu vinna seg á næstfremsta plássið í bólkinum, og harvið einum fjórðingsfinaluplássi.
Serbia setti sjey av sjey brotskøstum í netið. Føroyar settu trý av sjey brotskøstum í netið, og tað er nakað sum føroysku kvinnurnar kunnu iðra seg um.
Í EM-undankappingini til EM-endaspælið í 2019 taptu Føroyar 20-36 fyri Serbia á útivølli, og 17-33 á heimavølli. Okkara eru komnar langt síðani ta undankappingina.
Týskland hevur seks stig fyri tríggjar dystir, Serbia hevur fimm stig fyri fýra dystir, Montenegro hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, Føroyar hava trý stig fyri fýra dystir, Spania hevur tvey stig fyri tríggjar dystir, og Ísland hevur einki stig aftaná tríggjar dystir.
Týskland og Montenegro spæla dyst klokkan 17, og Ísland og Spania spæla klokkan 19.30.
Serbia-Føroyar 31-31 (16-14)
Føroyar: Jana Mittún 10/11, Pernille Brandenborg 6/10, Súna Krossteig Hansen 5/7, Lív Sveinbjørnsdóttir 4/6, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4/6, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1/2, Elsa Egholm 1/1.
Málverjar: Annika Fríðheim Petersen 3/18, Rakul Wardum 3/18.
Leygarkvøldið klokkan 19.30 spæla Føroyar móti Íslandi í tí seinasta dystinum í HM-millumbólki 2.














