Síðst í mars í 2026 vera fýra tey seinastu evropeisku landsliðini funnin, ið skulu kappast í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada komandi summar.
Tað vera 16 landslið, ið fara at kappast um tey fýra HM-plássini. Tey 16 liðini eru deild í fýra styrkisbólkur. Danmark er í ovasta styrkisbólkin, og fær í fyrra Play Off dystinum heimavøll í Parkini í Keypmannahavn.
Tey fýra liðini í ovastu styrkisbólkinum møta einum liði úr fjórða styrkisbólkinum. Hinir fýra dystirnir vera millum lið úr øðrum og triða styrkisbólkinum.
Vinnur Danmark sín dyst, so skulu danskarar spæla eina finalu móti einum liði úr antin øðrum ella triðja styrkisbólkinum.
Vinnararnir í teimum fýra Play Off finalunum kvalifisera seg til HM-endaspælið.
Í fyrra dystinum møtir Danmark antin Norðurmakedonia, Norðurírlandi, Rumenia ella Svøríki. Hesi fýra liðini hava kvalifiserað seg gjøgnum Nations League.
Í morgin klokkan 12 verður lutakast á UEFA høvuðsborgini í Nyon í Sveis.
HER eru tey 16 evropeisku landsliðini, ið skulu kappast í HM Play Off dystunum:
##med2##












