Landsstýrismaðurin sett tiltakið Markleys útbúgving 2025

Stóra árliga útbúgvingartiltakið, Markleys útbúgving, er í Norðurlandahúsinum í dag 19. november.

Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta til hetta upplýsingarátakið, har tey ungu fáa alskyns kunning um sínar útbúgvingarligu framtíðarmøguleikar.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið. Hann segði millum annað:

 

– Á ferðini eru góðar og minni góðar løtur, har eru bæði dalar og fjøll. Og har eru nógv vegamót, har vit skulu velja, hvønn veg vit vilja fara. Og standa tit í næstum við eitt slíkt vegamót, har tit nú fáa høvið til at velja, hvørja útbúgvingarleið tit vilja fara. Tiltakið markleys útbúgving hevur nú í meiri enn 20 ár varpað ljós á teir nógvu møguleikarnar, ja næstan markleysu møguleikarnar, sum tit ungu hava fyri at útbúgva tykkum.

 

##med2##

 

Øll røða hansara kann lesast her.

 

##med3##