Í kvøld klokkan 18.30 spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini.
Dysturin í bólki C verður á Stade de la Frontière í Esch-sur-Alzette í Luksemborg. Talan verður um fyrsta dystin hjá Luksemborg í hesari undankappingini.
Føroyar hava vunnið tveir 2-1 sigrar higartil. 2-1 á Estlandi í Klaksvík, og 2-1 á Íslandi í Reykjavík í farnu viku.
Luksemborg hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum.
Oddsini upp á heimasigur til Luksemborg liggja millum 1,70 og 1,84.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 3,90 og 4,33.
HER eru oddsini:
##med2##