Mette-Marit útskrivað eftir lungnaskifti

Norska krúnprinsessan Mette-Marit er nú útskrivað av sjúkrahúsinum eftir at hava fingið nýtt lunga.

Norska krúnprinsessan Mette-Marit er útskrivað eftir lungnaskifti. Næstu seks mánaðirnar skal hon í endurvenjing og verða fylgd neyvt av læknum.

Tað upplýsir norska kongshúsið í einum tíðindaskrivi.

 

Sambært leiðaranum á lungnadeildini á Rikshospitalinum í Oslo, Are Holm, er heilsustøðan hjá krúnprinsessuni góð eftir umstøðunum.

 

Næstu seks mánaðirnar skal Mette-Marit í endurvenjing og verða fylgd neyvt, tí vandi framvegis er fyri, at kroppurin vrakar nýggja lungað ella at hon fær álvarsligar infektiónir.

 

– Gongur alt væl, tekur tað ofta umleið eitt ár, áðrenn støðan verður meira støðug, sigur Are Holm.

 

Tann 6. juli almannakunngjørdi norska kongshúsið fyrstu myndina av Mette-Marit eftir skurðviðgerðina. Har sat hon saman við krúnprinsi Haakon og fylgdi við, tá Noreg hevði spælt seg í HM-fjórðingsfinaluna í fótbólti.

 

Sambært norska miðlinum VG var hon tá framvegis innløgd, men hevði fingið loyvi at fara úr sjúkrahúsinum í stutta tíð.

 

Norska krúnprinsessan Mette-Marit er útskrivað eftir lungnaskifti. Næstu seks mánaðirnar skal hon í endurvenjing og verða fylgd neyvt av læknum.