Føroyar spæla HM Play Off dystirnar 13. og 16. mai

Talan verður um leygarkvøldsdyst við Tjarnir

Tað liggur nú fast nær føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla tveir Play Off dystir móti Bosnia Hersogovina, har samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Týsklandi.

 

Føroyar leggja fyri á útivølli mikudagin 13. mai í Sarajevo. Dysturin byrjar klokkan 16 føroyska tíð. Tað er klokkan 17 bosniska tíð.

 

Tríggjar dagar seinni, leygarkvøldið klokkan 19 verður seinni dysturin leiktur í høllini við Tjarnir. 

 

Lítið er at ivast í, at tað verður útselt til dystin við Tjarnir.