Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2025

Í 2018 varð Sjósílaverkætlanin sett í gongd fyri at kanna møguliga ávirkan av alivinnuni á sjósílastovnin. Høvuðsendamálini eru at kanna, nær smolt fara á sjógv, og hvussu tey trívast á sjónum, serliga við atliti til lús

Firum skrivar, at alivinnan sambært lóg, hevur skyldu at halda lúsatølini lág í mai, juni og juli fyri at verja sílasmolt, og verkætlanin skal meta um, hvørt hetta samsvarar við føroyska sjósílið.

 

Til kanningarnar hava ymiskar mannagongdir verið royndar, eitt nú ein fella í Sandá í 2019-2022, og frá 2023 merking av sílum og ein antennuskipan í Eiðisá í Norðragøtu. Harumframt hava sílafiskarar hjálpt við at senda inn roðslu, og hevur Firum veitt 50 síl við gørnum árliga.

 

Úrslitini vísa, at í 2025 fóru sílini á sjógv væl fyrr enn í 2024. Síl við flest lús verða skrásett um summarið, tá ið lítið avfall ger tað torført hjá teimum at lúsa seg av í feskvatni. Kanningarnar vístu, at síl nærhendis aling høvdu fleiri lús enn síl, ið liva longri burtur frá alibrúkum, men í mun til undanfarin ár, var eingin týðandi munur. Tó skal havast í huga, at í 2025 var staðið, har veitt varð eftir sílum burtur frá aling, eitt annað enn undanfarin ár. Samanlagt varð mett, at umleið 7 prosent av sílunum høvdu so mikið av lús, at teirra møguleiki fyri at yvirliva var lítil.

 

Verkætlanin heldur væntandi fram í 2026.

 

Frágreiðingin um Sjósílaverkætlanina er á enskum, men byrjar við einum føroyskum samandrátti.

Øll frágreiðingin frá Sjósílaverkætlanini 2025 kann lesast her