HM: Frakland vann bronsu aftaná longda leiktíð

Tað sveið hjá niðurlendsku vertunum at standa eftir við ongum

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyrr í dag tryggjaði Frakland sær HM-bronsu í Ahoy høllini í Rotterdam.

 

Franska kvinnulandsliðið vann 33-31 á Niðurlondum aftaná 2 x 5 minuttirs longda leiktíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 26-26, men í longdu leiktíðini var Frakland omaná. 

 

Sarah Bouktit var við níggju málum toppskjútti hjá Fraklandi. Angela Malestein, Bo van Wetering og Romee Maarschalkeweerd vóru toppskjúttar hjá Niðurlondum við seks málum hvør. 

 

Hetta er fyrstu ferð Frakland vinnur HM-bronsu. Tær fronsku hava áður vunnið HM-gull tríggjar ferðir, og HM-silvur fýra ferðir. 

 

Fyri tær niðurlendsku, og serliga fyri legenduna, Estevanu Polman, ið spældi sín seinasta landsdyst var tað eitt stórt vónbrot at standa eftir við ongum aftaná eitt HM-endaspæl á heimavølli. Estevana Polman fekk tó høvið at takka stóru niðurlendsku heimafjøldini fyri eitt langt og gott tíðarskeið á niðurlendska landsliðnum. 

 

33 ára gamla Estevana Polman skoraði 685 mál í 207 landsdystum fyri Niðurlond. Hon vann HM-gull við Niðurlondum í 2019, umframt HM-silvur í 2015 og HM-bronsu í 2017. Hon vann EM-silvur í 2016 og EM-bronsu í 2018. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix