Triðja HM-endaspælið á rað er Frakland millum fýra tey bestu landsliðini í heiminum.
Á Gillette leikvøllinum í Foxborough vann Frakland í HM-fjórðingsfinaluni trygt 2-0 á Marokko.
Málini vóru skotin innanfyri seks minuttir, har stórleikararnir, fyrst Kylian Mbappé og síðani Ousmane Dembélé fyri, at Frakland aftaná 66 minuttirs spæl var á odda 2-0. Mbappé skoraði eitt framúr gott mál, har hann beindi bóltin í einum boga framvið verjuni og málverjanum hjá Marokko. Mbappé átti uppleggið, tá Ousmane Dembélé við einum øðrum væl avgreiddum skoti økti til 2-0.
Tá ein lítil hálvur tími var farin av dystinum brendi Kylian Mbappé eitt brotsspark. Talan var um eitt illa avgreitt brotsspark.
Hagtølini málroyndir innanfyri málrammuna vístu 8-1 til Frakland, so talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur.
Frakland-Marokko 2-0 (0-0)
1-0 Kylian Mbappe ('60)
2-0 Ousmane Dembélé ('66)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Frakland og Marokko.
Í hálvfinaluni møtir Frakland vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Spania og Belgia. Tann dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 20 á SoFi leikvøllinum í Inglewood.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











