Drongur raktur av bili í Hoyvík

- Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, men hetta vísti seg tíbetur ikki av vera so álvarsligt, sigur vaktleiðarin í morgun

 

Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein drongur varð ákoyrdur av persónbili á krossinum, Hvítanesvegur/ Skræddaragøta í Hoyvík. 

 

- Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, men hetta vísti seg tíbetur ikki av vera so álvarsligt. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at drongurin var ikki árendur soleiðis frontalt, men tað var okkurt við, at bilurin - ella ein viðfestivognur - var komin á fótin hjá dreinginum.

 

Drongurin, sum var til gongu, tá óhappið hendi, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men løgreglan heldur ikki, at talan var um stórar løstir. 

 

- Bilførarin var eisini á staðnum, og nú skal finnast út av, um nøkur skuldseting verður í samband við hendingina ella ei, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.