HM: Mbappé avvísir at hann ætlar at gerast franskur forseti

Størsta stjørnan hjá Fraklandi avvísir, at hann hevur politiskar ambisjónir

Franski forsetin, Emanuel Macron og Kylian Mbappé aftaná HM-finaluna í 2022. Mynd: Ritzau Scanpix

Gitingar hava verið frammi um stóra stjørnan á franska fótbóltslandsliðnum, Kylian Mbappé hevur politiskar ambisjónir í framtíðini. Tað hevur enntá ljóðað, at hann hevur havt sum mál at gerast franskur forseti.

 

Men nú vísir Kylian Mbappé hesum aftur.

 

Í samrøðu við Le Parisien sigur Mbappé, at hann gongur ikki runt og droymir um at gerast forseti landsins: - Nógv fólk hava spurt meg um hetta, men tað er ikki partur av framtíðarætlanum mínum. 

 

Skemtandi leggu Mbappé aftrat í samrøðuni: - Eg eri nóg illa umtóktur frammanundan.

 

Kylian Mbappé hevur spælt 98 landsdystir fyri Frakland, har hann hevur skotið 56 mál. Hann hevur vunnið bæði HM-gull og HM-silvur.

 

Frakland og Senegal spæla dyst í innleiðandi HM-bólki I í kvøld klokkan 20 á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.

 

Hini bæði liðini í bólkinum, Noreg og Irak spæla í kvøld klokkan 23 á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts.

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Franski forsetin, Emanuel Macron og Kylian Mbappé aftaná HM-finaluna í 2022. Mynd: Ritzau Scanpix