Dysturin í innleiðandi HM-bólki L millum Panama og Kroatia á BMO Field leikvøllinum í Toronto er júst liðugur. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Kroatia.
Tá 54 minuttir vóru leiktir sendi Josip Stanišić eitt hart innlegg inn í brotsteigin hjá Panama, har Ante Budimir kom at standa leysir og beindi bóltin í málið.
Ante Budimir er við sínum 34 árum og 337 døgum elsti kroatiski málskjúttin í einum HM-endaspæli. So eisini hann skrivaði kroatiska fótbóltssøgu.
Talan var um landsdyst nummar 200 hjá 40 ára gamla, Luka Modric fyri Kroatia. Bert tríggir aðrir mannligir fótbóltsleikarar hava megnað at leikt 200 landsdystir ella fleiri. Teir eru Lionel Messi við 201 landsdystum, Bader Al-Mutawa hjá Kuveit við 202 landsdystum, og Cristiano Ronaldo við 230 landsdystum.
Panama-Kroatia 0-1 (0-0)
0-1 Ante Budimir (54.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Panama og Kroatia.
Aftaná tvey umfør hava Ongland og Gana fýra stig hvør. Kroatia hevur trý stig, meðan Panama einki stig hevur.
Triðja og seinasta leikumfarið í bólkinum verður leikt leygarkvøldið klokkan 22, har báðir dystirnir vera leiktir samstundis. Dystirnir eru: Kroatia-Gana og Ongland-Panama.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











