Fríggjadagin fekk løgreglan eina fráboðan um eitt arbeiðsóhapp niðri á Sandi í Søldarfirði. Tað var ein maður, sum arbeiddi við einum krana, tá onkur lutur datt og rakti mannin.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at maðurin fekk onkran snudd og fór á sjúkrahúsið til kanningar. Talan er um eitt mál, sum hevur við lógina um arbeiðsumhvørvi at gera, og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur verið á staðnum og kannað óhappið.










