HM: Noreg kann í dag vinna endaspælsgull á átjanda sinni

Noreg hevur eina greiða favorittstøðu undan HM-finaluni móti Týsklandi

Málverjuveteranurin, Katrine Lunde hevur higartil vunnið 12 endaspælsgullheiðursmerki við Noregi (Mynd: handball.no)

Seinnapartin í dag vera tveir teir seinastu HM-endaspælsdystirnir í hondbólti hjá kvinnum leiktir í Ahoy høllini í Rotterdam í Niðurlondum.

 

Klokkan 13.30 spæla Niðurlond og Frakland bronsudyst, og klokkan 16.30 verður finalan leikt millum Noreg og Týskland.

 

Noreg og Týskland hava higartil bæði vunnið átta av átta dystum í hesum HM-endaspælinum. Noreg hevur tó eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

 

Hvørt Noreg vinnur gull ella silvur í dag, so verður talan um endaspælsheiðursmerkið nummar 35 hjá Noreg síðani 1986, ið vitnar um eitt ótrúligt avrik. Tá er talan um bæði OL, HM og EM. 

 

45 ára gamli veteranurin í norska málinum, Katrine Lunde hevur higartil vunnið 12 gullheiðursmerki, fimm silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki.

 

Týskland hevur ikki vunnið eitt endaspælsheiðursmerki síðani 2007, men tær hava verið sterkar í hesari kappingini, og tí fáa vit vónandi eina spennandi finalu. 

 

 

 

 

 

Málverjuveteranurin, Katrine Lunde hevur higartil vunnið 12 endaspælsgullheiðursmerki við Noregi (Mynd: handball.no)