Sunnudagin fer norska kvinnulandsliðið í hondbólti at vinna endaspælsheiðursmerki nummar 35 í stoltu søguni hjá norska kvinnulandsliðnum í altjóða hondbólti.
Spurningurin er bara um tað verður gull ella silvur til norsku kvinnurnar á hesum sinni, tá tær sunnudagin klokkan 16.30 spæla HM-finalu móti Týsklandi í Ahoy høllini í Rotterdam.
Í kvøld vann Noreg í HM-hálvfinaluni sannførandi 35-25 á niðurlendsku vertunum. Í steðginum var Noreg á odda 18-14. Niðurlond fingu minkað munin til 21-25, men løtu seinni hevði Noreg økt til 29-21, og so bleiv eingin spenningur í dystinum.
Heimsins besti hondbóltsleikari, Henny Ella Reistad (myndin) gekk undan, og hon var toppskjútti við 10 málum, umframt at leggja upp til seks mál. Dione Housheer og Estavana Polman vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Niðurlondum.
Sunnudagin klokkan 13.30 spæla Niðurlond HM-bronsudyst móti Fraklandi. Í millumumfarinum vunnu Niðurlond 26-23 (14-13) á Fraklandi.
Fyrr í dag vann Týskland í HM-hálvfinaluni 29-23 (15-12) á Fraklandi.











