HM: Ræðandi hagtøl hjá Brasil

Hetta hevur verið ein ræðulig fjórðingsøld hjá gamla fótbóltsrisanum

Mynd: AFP

Brasilska fótbóltslandsliðið er langt frá tí styrki teir vístu, tá teir seinast vunnu HM-endaspælið í Suðukorea og Japan í 2002. 

 

Talan hevur verið um eina 24 ára langa HM-oyðimarkargongd hjá liðnum, ið hevur vunnið HM-gull fimm ferðir, og HM-silvur á tveimum sinnum. 

 

Síðani 2002 hevur Brasil ongantíð megnað longur enn til HM-fjórðingsfinalurnar. Hesaferð gjørdist HM-áttandapartsfinalan endastøðin hjá Brasil, ið tapti 1-2 fyri Noregi.

 

Brasil hevur nevnliga ikki síðani 2-0 HM-finalusigurin á Týsklandi í 2002 vunnið ein røkk/støkk dyst móti einum evropeiskum liði í einum HM-endaspæli hesi farnu 24 árini. 

 

HM-endaspølini 2006-2026 hava Frakland, Niðurlond, Týskland, Belgia, Kroatia og Noreg verið banamennirnir hjá Brasil í HM røkk/støkk dystum farnu 20 árini. 

 

Mynd: AFP