41 ára gamli Cristiano Ronaldo kemur ongantíð at vinna heimsmeistaraskapið í fótbólti við Portugal. Heldur ikki í sætta HM-endaspælinum hjá honum eydnaðist tann málsetningurin.
Á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas vann Spania í HM-áttandapartsfinaluni 1-0 á Portugal, og teir møta í fjórðingsfinaluni antin USA ella Belgia.
Sigursmálið hjá Spania var skotið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Innskifti Ferran Torres fann Mikel Merino við einari góðari sending. Mikel Merino tók av møguleikanum og sendi bóltin framvið portugisiska málverjanum.
Spania hevði bóltin 56 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri málroyndir innanfyri málrammuna. Meðan Spania hevði seks málroyndir innanfyri málrammuna, so hevði Portugal bert tvær.
Spania hevur enn ikki - í fimm dystum higartil - latið eitt mál inn í HM-endaspælinum. Einasta liðið, ið ikki hevur tapt fyri Spania er Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar), ið megnaðu javnleik 0-0 móti Spania.
Portugal-Spania 0-1 (0-0)
0-1 Mikel Merino ('90+ )
HER ber til frá danska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Portugal og Spania.
Klokkan eitt í nátt - føroyska tíð - spæla USA og Belgia HM-áttandapartsfinalu um rættin at møta Spania í fjórðingsfinaluni. Dysturin verður leiktur á Lumen Field leikvøllinum í Seattle.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











