Tað var í Stórsteypadystinum ímóti Víkingi sunnudagin, at B36-verjuleikarin, Hørður Askham, fekk beinleiðis reytt kort eftir at hava sparkað Philip Djordjevic. Hørður gjørdi í landskappingardysti í fjør líknandi brot, og tá kostaði tað honum tríggjar dystir leikbann.
Hóast dómarin helst hevur sett somu krossar í frágreiðingina hesaferð og hóast úrskurðurin ikki er almennur enn, so kann in.fo í kvøld staðfesta, at kappingarnevnd FSFs hevur givið Hørði Askham leikbann í ein dyst.
Stóra ivamálið hevur verið, hvussu kappingarreglurnar fyri Stórsteypadystin skulu tulkast. Har stendur m.a., at: “Givnar ávaringar í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort verða galdandi fyrstkomandi dyst.”
Kappingarnevndin er eftir øllum at døma komin fram til ta niðurstøðu, at møgulig reyð kort tískil einans eru galdandi fyrstkomandi dyst, og ikki frá fyrstkomandi dysti at rokna og síðani fleiri dystir, sum støðan undir vanligum umstøðum óivað hevði verið.
Vanliga tekur tað kappingarnevndini tveir dagar at áseta leikbann, men hesaferð hevur tað tikið heilar fýra dagar. Orsøkin metist vera ivamálið hvussu reglan skal tulkast og um ein leikari skal revsast eins hart sum í landskappingini, nú Stórsteypadysturin er ein blandingur av venjingar- og kappingardysti.
Hørður Askham er tískil einans leikbannaður 1. umfar, sum er útidysturin ímóti EB/Streymi. Hann er tøkur aftur í 2. umfari, tá ið Víkingur kemur á vitjan hjá B36 í Gundadali.