Høvdu ikki væntað so harðan ágang

Løgtingsfólk hoyra nógv fyri, at tey stilla upp til kommunuvalið í næstu viku

Løgtingsfólk hoyra nógv fyri, at tey stilla upp til kommunuvalið í næstu viku

 

– Jú, eg havi hoyrt nokkso nógv fyri tað. Og tað er sjálvandi í lagi.

 

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur valt at stilla upp til býráðsvalið í Havn.

 

Seinastu tíðina hava nógvar røddir funnist at, at so nógv tingfólk stilla upp til kommunuvalið. Bara í Havn eru átta løgtingsfólk, sum stilla upp.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur, hon kundi roknað við eitt sindur av mótstøðu. Men ikki so nógv sum tað bleiv.

 

– Fyrr hevur mótstøðan verið móti borgarstjórum á tingi, men so byrjaði ein at skriva um, hvussu skaðiligt tað var, at tingfólk eisini sótu í bý- og bygdaráðum. Og so fóru øll, eisini fjølmiðlar at viðgera tað, ikki bara borgarstjórar, men eisini vanligar bý- og bygdaráðslimir, sigur hon.

 

Eins og Heðin Mortensen og øll hini siga, so sigur Annita á Fríðriksmørk, at skuldi hon fingið í boðið at verði borgarstjóri, so hevði hon sagt tingsessin frá sær.

 

– Men, tað eru eisini nógv sum skriva til mín ella venda sær til mín privat, sum siga nakað annað. Tað er jú altið so, at tey, sum eru ímóti eru tey, sum fara á barikadurnar, meðan hini einki siga. Hvussu er og ikki, so ávirkar handan anti-kampanjan móti tingfólki. Spuningurin er bara hvussu langt tað ber, heldur Annita á Fríðriksmørk.

 

Men hon vil fegin gera tað, hon kann, so bæði hon og flokkurin fáa eitt gott val.

 

Annita á Fríðriksmørk byrjaði annars sína politisku yrkisleið sum bygdarráðslimur á Strondum í 90'unum.

 

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen hevur hoyrt fyri tað, at hann sum løgtingsmaður stillar upp til býrðsvalið í Havn.

 

– Tað øgiligt, sum nøkur menniskju eru dømandi. Tað eru ikki hissini orð, sum nøkur valevni sum fyrr hava fingið álit frá sínum veljarum til eitt løgtingsval fáa, nú tey eru biðin vegna sín flokk at stilla upp til býráðsval, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á sínum facebookvanga.

 

– Hondina á hjartað. Eg varð av flokkinum staðiliga biðin um at stilla upp. Eg ivaðist stórliga, áðrenn eg segði ja, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg hava fingið nógvar áheitanir um at stilla upp.

 

– Nógv fólk sum eg kenni gjøgnum eitt langt lív, sum eg havi álit á, og sum eg veit hava álit á mær, hava biðið meg um at stilla upp. Og tá so er, so segði ja, sigur hann.

 

Hann spyr, um tað ikki er rímuligt, at hann í einum fólkaræði sleppur at spyrja veljaran, um hann kann stilla upp.

 

– Tað er jú grundsúlan undir fólkaræði okkara, sigur hann.

 

– Veljarin ger av, um Heðin, Annita, Annika, Djóni, Kristianna og Kaj Leo eru ókey at seta sítt álit á. Eg kenni hesi fólk persónliga, tað einasta tey vilja, er at gera nakað gott fyri Havnina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.