Tað var mest undirhaldandi dysturin higartil í ár, tá ið HB í kvøld vann seg í steypafinaluna, sum verður leygardagin 2. november.
HB hevði 1-0 leiðslu við sær í Sarpugerð, og í kvøld vann HB 4-3 ímóti Víkingi. Samantaldi sigurin hjá HB í hálvfinaluni er 5-3, og nú er borðið dekkað fyri stóru feløgunum í Gundadali at spæla steypafinalu.
Síðsta steypafinalan millum B36 og HB var í 2018, og hon er tiltikin. Ta ferðina vann B36 eftir brotssparkskapping og eftir at B36 síðstu løtuna í vanligu leiktíðini og alla longdu leiktíðini spældi 9 ímóti 11.
Dramatikkurin var øgiligur í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld. Arnbjørn Svensson og innskifti Jákup L. Thomsen sóu reytt, og í samanstoyti við Arnbjørn Svensson fekk Teitur M. Gestsson so mikið ógvusligan stoyt í høvdið, at hjástaddi læknin, sum er í leguni hjá Víkingi, helt tað vera mest ráðiligt, at HB málverjin fór av vøllinum.
Dysturin varð steðgaður í einar 10 minuttir, meðan HB málverjin í fyrstu atløgu varð leiddur av vøllinum, men so vendi hann aftur, eftir at hann hevði skift úr tveimum troyggjum við blóði á, og hann vísti eisini eftir hesa dramatisku løtuna, hvussu stóran týdning hann hevur fyri HB liðið.
Blóðið var øgiliga heitt og hýrurin upppískaður. Tað sást eitt nú í, at HB venjarin Adolfo Sormani rann yvir til beinkin hjá Víkingi at fegnast, tá ið HB skoraði.
HB staðfesti enn einaferð, at tað er steypaliðið yvir øllum hinum. HB var frammanfyri 1-0 við máli, sum Mikkel Dahl stútaði eftir innlegg frá sera væl upplagda Leivi Fossdal Guttesen. Olaf Bárðarson javnaði úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru frá Ara Olsen, og dygst undan steðginum legði Hanus Sørensen aftur HB framum. Tað var við skoti eitt sindur úr høgru og í handara síðunetið, og aftur var tað Leivur Fossdal Guttesen, sum átti uppspælið, og gongdin var staðfesting av, at tað vóru stórir trupulleikar í verjupartinum hjá Víkingi í vinstru.
Alt sá út til at vera avgjørt, tá ið Mikkel Dahl úr heilt stuttari fjarstøðu og eftir innlegg úr høgru tíðliga í seinna hálvleiki økti um munin til 3-1 og samantalt 4-1. Men soleiðis varð tað ikki:
Víkingur vann tvey brotsspørk, sum Sølvi Vatnhamar umsetti til 2-3 og 3-3 og so var aftur eitt mál á muni í samantalda roknskapinum.
So var tað, at vongverjin í vinstru hjá HB Ási P. Dam skoraði við rimmarskoti av brotsteigarmarkinum, og hóast Víkingur royndi, so vísti HB í teimum tíggju minuttunum, sum vóru lagdir aftrat, hugburðin og styrkina, sum felagið er kent fyri at eiga í steypakappingini.
HB er í steypafinaluni, og FM favorittarnir í Víkingi hava í kvøld latið fýra mál fara ígjøgnum á heimavølli. Tað hava teir ikki gjørt síðani 19 august í 2018, tá ið 07 Vestur vann landskappingardyst 4-1.
Mathias Voss er týdningarmikil høgri vongverji hjá HB. At hann sá gula kortið hevði við sær, at hann fór at verða leikbannaður í steypafinaluni. Men í síðstu løtu sá hann tilvitað gula kortið einaferð aftrat og harvið eisini tað reyða. Tað vil siga, at hann verður leikbannaður í landskappingardystinum á útivølli ímóti NSÍ týskvøldið, og sum tað í løtuni sær út til, so verður hann ikki leikbannaður í steypafinaluni. Tað verður hann bara, um hann í 27. umfari í landskappingini fer at fáa beinleiðis reytt kort.
Víkingur – HB 3-4 (1-2)
0-1: Mikkel Dahl
1-1: Olaf Bárðarson
1-2: Hanus Sørensen
1-3: Mikkel Dahl
2-3: Sølvi Vatnhamar br
3-3: Sølvi Vatnhamar br
3-4: Ási P. Dam
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bargur Gregeren – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Finnur Justinussen
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur F. Guttesnen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah