Serliga eru tað tey yngru børnini, sum súkkla. Hjá hesum smáu er súkklan mest at kalla ein leika og ikki so nógv eitt flutningstól. Súkklað verður fyri tað mesta í grannalagnum, nær við heimið. Og hetta er eisini tað rætta, tí tað at súkkla á vegi, har eisini bilferðsla er, er í veruleikanum sera torført, so torført, at mælt verður frá, at børn yngri enn 10-11 ára aldur gera tað. Tað sigur jú seg sjálvt - at børn á súkklu eru sera illa vard, um tey detta ella um tey koma fyri bil. Í rættiliga mongum førum er tað høvdið, sum tað gongur út yvir. Hvørt ár eru tað fleiri børn, sum fáa skaða á høvdið og summir av hesum skaðum eru so álvarsligir, at teir eru ólekjandi. Allar kanningar vísa, at flestu av hesum skaðum vóru ikki hendir, um børnini høvdu havt hjálm á høvdinum.
Við súkkluhjálmum er sum við trygdarbeltum, tað vísur seg at ver neyðugt við hóttan og bót. Grannar okkara, íslendingar, hava sannað hetta og hava sett lóg í gildi um at øll yngri enn 14 ár skulu vera hjálmi, tá ið tey súkkla. Og sviar hava eisini sett lóg í gildi um hetta. Nevnast skal, at eitt av tilmælunum hjá Ferðslutrygd er at fáa eina líknandi lóg í Føroyum.
Er tað so vandamikið at súkkla, sum hildið verður uppá? Her er svarið, at tað er fleiri ferðir meira vandamikið at súkkla enn at koyra í bili. Einasta orsøk til at tað ikki henda so nógvar ferðsluvanlukkur á súkklu her á landi, er at súkklan verður sera lítið brúkt í mun til t.d. at koyra bil.
Sum heild kunnu vit siga, at ikki bara súkklarar, men øll tvíhjólað akfør eru í serligum vanda í ferðsluni, her verður hugsað bæði um prutl og motorsúkklur. Tað er ikki endiliga tað, at tey, sum koyra tvíhjólaðu akførini, gera so nógvar vanlukkur. Men, hendir ein samanstoytur millum ein bil og eina motorsúkklu, so verður tað oftast tann á motorsúkkluni, sum fær skaðan, uttan mun til, hvør ið hevur feilin. Tað er sjálvsagt at størsta týdningi, at tú hevur hjálm, so tú fært vart høvdið. Men tað eru so sanniliga eisini aðrir partar av kroppinum, sum kunnu verða skaddir. Tí er av størsta týdningi at nýta sterk og vælútgjørd klæði.
Og so sjálvandi at halda og at koyra eftir umstøðunum.