Føroya Felag móti Krabbameini hevur sett hol á altjóða bróstmánaðin, sum er oktober. Ljósareyða sloyfan, sum er ímyndin av stríðnum ímóti bróstkrabba, fæst longu til keyps á apotekinum í Havn og seinni í hesi vikuni fáast tær eisini í handlum kring landið. Sloyfan kostar 30 krónur og peningurin fer óskerdur til arbeiðið ímóti bróstkrabba. Hetta er fyrsta ári, at ein føroysk útgáva av ljósareyðu sloyfuni er tøk. Tað eru kvinnurnar í <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Bót til bata, ið saman við næstringum og vinum hava evnað og gjørt sloyfurnar. Hugskotið eigur Heidi Hvidbro, ið er forkvinna í bólkinum, verður sagt úr Føroya Felag móti Krabbameini.
Tiltøk í oktober
Eitt av tiltøkunum, sum felagið skipar fyri í sambandi við bróstmánaðin, verður leygarkvøldið 21. oktober klokkan 15, tá almennur fyrilestur verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har millum onnur Maria Frederiksen fer at siga frá síni søgu. Maria er uppvaksin í Havn, men hevur seinnu nógvu árini búð í Danmark. Longu 22 ára gomul fekk hon krabbamein fyrstu ferð, aðru ferð tíggju ár seinni, og fyri seks árum síðan fekk hon staðfest krabbamein í bróstinum. Maria er ógvuliga virkin í danska krabbameinsfelagnum og heldur javnan fyrilestur um royndir sínar. Týsdagin 31. oktober verður opið hús í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum í Havn fyri kvinnur, ið hava ella hava havt bróstkrabba.