Twente sleppur ikki at luttaka í nakrar kapping í Evropa komandi trý árini. Felagið er dømt fyri at hava fjalt upplýsningar í samband við eina kapping um eitt íløgufelag við navninum Doyen Sports, skrivar BBC.
Leiðslan í Twente hevur góðtikið revsingina og skal gjalda 340.000,- krónur í bót, umframt at liðið ikki sleppur at lutaka í altjóða kappingum komandi trý árini.
Twente liggur í løtuni nummar 16 av 18 í hollendsku landskappingini, so fyribils rakar luttøkubannið í altjóða kappingum ikki meint.