Holst verður klárur

Christian Lamhauge Holst verður tøkur til landsdystin móti Kasakstan fríggjakvøldið

Sosialurin skrivaði í dag, at Christian Lamhauge Holst bleiv skaddur í dysti fyri Silkeborg um vikuskiftið. Skaðin er tó ikki so álvarsligur, hóast føroyski landsliðsspælarin mátti skiftast út í fyrra hálvleiki. Hann vandi ikki saman við hinum í dag, tá landsliðið vandi á Tórsvølli.

 

-       Eg verið klárur. Eg havi eitt sindur ilt í kænum, men eg verið klárur, sigur Christian Lamhauge Holst við In.fo í dag.

 

Christian Lamhauge Holst brast saman við málverjanum hjá FC Vendsyssel. Bæði málverjin og Christian Lamhauge Holst máttu út við skaða eftir hendingina. Silkeborg tapti 2-1. Landsliðið hevði í dag fyrstu venjingina undan dystinum móti Kasakstan og Eysturríki.