Hon góðtekur ikki heimsins órættvísi

- Eg verði so sint, tá eg dagliga fái boð um at fólk verða pínd og fongslað, bert tí tey berjast fyri mannarættindunum, meðan vit liva í skipaðum samfelag og kunnu siga okkara hugsan uttan at verða sett í fongsul. Tí er tað mín skylda at arbeiða fyri at hjálpa neyðstøddum, sigur formaðurin

Tá Anna Maria Persson, formaður í A. I. - Føroya deild, verður spurd, hví hon fyri eini 10 árum síðan fór at arbeiða í felagsskapinum, sigur hon, at hon kundi ikki lata vera.

Spurd, hví hon frameftir eldhugað arbeiðir har, sigur hon, at hon kann ikki lata vera.

Tað, at stjórnir nógvastaðni í heiminum, ár út og ár inn bróta mannarættindini, og gera seg inn á fólk, kann hon stutt sagt ikki góðtaka.

Sjálv heldur Anna Maria Persson, at hennara menniskjasýn stavar frá barnalærdóminum, har hon lærdi at skilja millum rættvísi og órættvísi, og um hvussu menniskju eiga at vera móti hvør øðrum.

Anna Maria Persson var útbúgvin sjúkrasystir í 1968, og starvaðist sum psykiatrisk sjúkrasystir í 10 ár. Seinni tók hon eftirútbúgving innan psykiatri, og hevur undirvíst á sjúkrasystraskúlanum í nógv ár.

Seinastu nógvu árini hevur hon arbeitt sum viðtalusjúkrasystir. Hon undirvísir enn á skúlanum, men umframt tað eru eisini stundir til arbeiðið í AI.

Upprunaliga var tað dóttir Annu Mariu, sum arbeiddi í einum AI-bólki, tá hon gekk í studentaskúlan.

Tá dóttirin fór niður at lesa, bað hon mammu sína átaka sær hennara arbeiði í bólkinum.

- Hetta var fyrst í áttatiárunum, og síðani hevur tað bara vundið uppá seg, sigur Anna Maria Persson.

Nevndin í AI var ógvuliga virkin hesi árini, og limirnir vóru ógvuliga persónligir og konstruktivir í sínum virki, og løgdu stóru orku í arbeiðið.


Meir enn ein mió. menniskju gera mun

- Hugsar tú ongantíð um, hvørt tað gagnar, ella um tað yvirhøvur fær týdning fyri samvitskufangar, at AI felagssskapurin er til?

- Nei, als ikki. Eg hugsi, at tá meira enn ein mió. menniskju innan AI felagsskapin sita og arbeiða við slíkum málum, so ger hvør einstakur okkara mun, sigur Anna Maria Persson.

- Tað tiltalar meg eisini, at eg fái eitt mál um ein ávísan persón at arbeiða við. - Hetta er eitt menniskjað, sum onkunstaðni í heiminum er fyri órætti. Kann eg hjálpa hesum menniskjað, so geri eg tað, tí eg kann ikki finna meg í, at mannarættindini verða brotin.

-Minnst til, at í AI arbeiðinum snýr seg ofta um at verja mannarættindini í londum, har hópdráp, avrættingar, píning, fer fram. Har fólk, sum tú og eg hvørva, ella verða sett í fongsul uttan dóm í fleiri ár, bert tí at tey hava aðra hugsan enn myndugleikarnir.

- Ótryggleikin í hesum londum er ein avleiðing av, at mannarættindini verða brotin.


Tað hjálpir at hjálpa

- Tað er hetta, sum eg vil haldi vera so umráðandi arbeiða fyri at broyta, sigur Anna Maria Persson og vísir á dømi, at tað hjálpir at hjálpa:.

- Tað var í árunum áðrenn fakfelagið Solidaritet varð viðurkent í Polen. Ein limur í Solidaritet varð tikin og settur í geglið.

- Vit fingu upplýsingar um, hvar hann sat, og at umstøðurnar hjá honum vóru ógvuliga vánaligar í fongslinum. Hetta vístu vit á, við at skriva til stjórnina og aðrar felagsskapir í Polandi.

- Stutta tíð eftir fingu vit bræv frá dótturini hjá fanganum, sum m.a. skrivaði, at pápin hevði brúk fyri heitum undirklæðum og kaffi. Vit keyptu føroysk undirklæði til hansara, kaffi og annað, og sendi pakkan avstað.

Nakað seinni fingu vit bræv um at pakkin var komin fram til fangan.

- Nøkur ár seinni hitti eg ein danskan sosialráðgeva sum arbeiddi við flóttarfólki í Polandi. Hon bar mær heilsan frá fanganum, sum tá var leyslatin.

- Tá tú upplivir slíkar hendingar veitst tú, at tað gagnar at arbeiða fyri eini sak, sigur Anna Maria Persson.

Hon kemur eisini i tankar um eina hending, sum fór fram í Kina.

- Ein 18 ára gomul genta av bygd var farin í handilsørindum til Beijing. Hon kom av tilvild fram á ungfólk á Himmalska Friðartorginum. Tey ungu tosaðu um frælsi og demokrati.

Tá gentan kom heimaftur, fór hon saman við eini vinkonu at tosa um hesi viðurskifti við bygdafólkið. Hon varð tikin og fekk 20 ára fongsulsrevsning.

AI í Føroyum fekk málið at arbeiða við. Eftir drúgvt arbeiði fingu tey at vita, at gentan varð leyslatin trý ár seinni.

- Eg verði so sint av slíkum hendingum. Her ganga vit herheima, sum liva í einum skipaðum samfelag. Vit kunnu siga okkara hugsan uttan at vera sett í fongsul.


Vit hava ábyrgd

- Vit kunnu trygt fara til arbeiðis um dagarnar, og vit kunnu senda børnini í skúla. Okkum nýtist ikki at vera bangin fyri, at nakar av okkara bara hvørvur.

- Eg haldi, at júst vit, ið liva í frælsum samfeløgum, skulu brúka okkara orku til at arbeiða fyri onnur, sum ikki hava somu umstøður sum vit.Tað hugsi eg ofta um, sigur Anna Maria Persson.

Hon heldur, at júst tað, at hon arbeiðir við einstøkum persóni, ger, at hon kemur so nærri hesum mannalagnum.

Uppgávan hjá AI limum er at skriva brøv og gera vart við viðurskiftini, har mannarættindini verða brotin. Anna Maria Persson skrivar eini 100 slík brøv árliga. Hóast hetta persónliga arbeiðið, so er samskiftið hjá AI-limum bert einvegis.

Ógvuliga sjáldan fáa tey svar frá stjórnum um, at brøvini eru móttikin, og enn minni frá fangunum, sum verða leyslatnir.

- Leyslatin fólk er serliga útsettur bólkur í hesum samfeløgum, tí myndugleikarnir hava eyguni við teimum. Vandin er stórur fyri at tey verða tikin aftur, um tey fáa brøv ella á annan hátt verða sett í samband við AI.

- Hetta, vit nú tosa um, eru ósek menniskju, sum eru fyri so ræðandi ræðuleikum, sum vit ikki kunnu ímynda okkum, at menniskju kunnu gera móti øðrum menniskjum, sigur Anna Maria Persson.

- Eg trúgvi fult og fast uppá, at tað ber til at ávirka stjórnir og einaræðisharrar. Tað hava vit nógv dømi um, hóast AI ikki eigur alla æruna, sigur Anna Maria Persson.

Tað unnu eisini ganga ár at fáa úrslit. Eitt nú fekk AI í Føroyum til uppgávu at leita eftir einum persóni, sum var horvin á Sri Lanka.Tey fingu bert fornavnið at vita. Brøv vóru send til stjórnina og eitt fakfelag á Sri Lanka. Frá stjórnini hoyrdist einki, men bræv kom frá fakfelagnum, sum upplýsti, at fornavnið var ógvuliga vanligt, og at felagið tíverri ikki hevði funnið fram til persónin. AI helt fram at arbeiða við málinum.

- Fýra ár seinni kom bræv aftur frá fakfelagnum. Teir høvdu funnið persónin og kundu upplýsa, at hann var leyslatin.

- Tað kann kanska virka meiningsleyst fyri onnur, men fyri okkum er tað ein siður.

- Fært tú ongantíð spurningin, hví tú ikki ístaðin fyri nýtir orku at hjálpa fólki í Føroyum?

- Jú, meir enn so, men tað royni eg eisini sum borgari í Føroyum og í mínum arbeiði. Eg vil ikki undirkenna støðuna og at øll ikki eru so væl fyri í Føroyum, men tað er kortini ikki sama mál, sigur Anna Maria Persson.


Áhugavert og spennandi

Spurd um hon ongantíð ótolnast ella hevur hug at gevast, um úrslitið av arbeiðinum kanska ikki sæst aftur, sigur hon:

- Nei, júst tað, at einstaka menniskjað hevur ábyrgd, og tað, at vit eru í túsundtali, sum ikki vilja góðtaka at mannarættindabrot verða framd, gevur mær áræði at halda fram.

Um formaður í AI Føroya deild, kenni eg tað eisini sum mína ábyrgd at vera við í politiska arbeiðnum. Vit eru ein sj´lvstøðug deild, og hava avgerðarætt á aðalfundum í AI.

- Tey flrstu stóru londini hava seks atkvøður, men hóast AI í Føroyum er ein lítil deild, so hava vit tvær atkvøður.

- Tað krevur at vit seta okkum væl inn í ymsu málini, áðrenn vit fara at aðalfund, men hinvegin, so hava vit ávirkan á altjóða arbeiðið í felagsskapinum, sigur formaðurin og vísir til rúgvusmikið tilfar, sum liggur og bíðar eftir at verða lisið.

- Hetta er ógvuliga tíðarkrevjandi arbeiði, men tað er nakað av tí mest áhugaverda, læruríka og spennandi arbeiði, eg havi fingist við, sigur Anna Maria Persson.