Hondbóltshálvfinalurnar beinleiðis á FM1 klokkan 16.00

Í dag verða steypafinalistarnir hjá monnum funnir

Eftir at VIF og H71 spældu seg í steypafinaluna hjá hjá kvinnum í gjár, eiga menninir tørn í dag klokkan 16.00

Í Hoyvík spæla ráðandi Føroyameistararnir, H71, og ráðandi steypavinnararnir, Neistin.

H71 vann fyrra dystin á útivølli við úrslitinum 23-22.

Á Hálsi í Havn spæla VÍF og Kyndil.

VÍF vann fyrra hálvfinaludystin á heimavølli við úrslitinum 29-27.

Tað snýr seg um at vinna samanlagda úrslitið eftir tveir dystir.

Stendur á jøvnum eftir tveir dystir, vinnur tað liðið, sum hevur skotið flest mál á útivølli.

Stendur púrasta á jøvnum í hesum eisini - um Neistin ella Kyndil vinna við ávikavist 23-22 ella 29-27 - verður alt avgjørt við brotskastskapping.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.