Hondbóltur: Kekkia og USA tikið seg úr HM

Kekkia og USA vera ikki við í HM endaspælinum í manshondbólti, sum byrjar í morgin. Orsøkin er koronuvirus á liðunum.

 

Manslandsliðið hjá USA í hondbólti hevur eins og Kekkia tikið seg úr HM endaspælinum, sum byrjar í Egyptalandi í morgin. Orsøkin er koronuvirus.

Tað upplýsir altjóða hondbóltssambandið IHF.

Boðini koma bert eitt samdøgur fyri, at endaspælið byrjar.

18 spælarar á amerikanska landsliðnum og 12 á kekkiska landsliðnum vóru í dag staðfestir positivir við koronu.

Í staðin fyri USA og Kekkia koma Norðurmakedonia og Sveis við til endaspælið, upplýsir IHF.

Fyrra avboðið kom tíðliga í kvøld frá Kekkia.

– Í dag eru vit komin til ta niðurstøðu, at vit ikki longur síggja ljósið í endanum av tunlinum, segði landsliðsvenjarin Jan Filip.

Formaðurin í kekkiska hondbóltssambandinum, Daniel Curda, staðfesti samstundis, at tað ikki var gjørligt at møta upp við einum eykaliði.

– Av teimum 21 spælarunum, sum vit hildu vera teir bestu, kunnu 17 ikki luttaka, segði Curda.

Kekkia var í bólki við Egyptalandi, Kili og Svøríki, sum var fyrsta liðið, teir skuldu møta.

Í morgun kom fram, at 18 spælarar hjá USA vóru staðfstir positivir við koronuvirus. Ætlanin var tó framvegis at senda 12 spælarar avstað til Egyptalands, men tað hugskotið hava tey eftir øllum at døma slept.

IHF skrivar í kvøld, at USA hevur tikið landsliðið úr HM.

Fyri danir merkir tað eisini, at teir báðir danirnir við amerikonskum ríkisborgaraskapi, Jakob Rysgaard Christiansen og Nicolai Weber, kortini ikki sleppa at royna seg í endaspælinum.

Teir báðir gjørdust partur av amerikanska HM-bólkinum, tá USA upp til endaspælið leitaði kring heimin eftir hondbóltsspælarum, sum høvdu amerikanskan ríkisborgaraskap.

Soleiðis endaðu tveir danir á amerikanska HM landsliðnum. USA var í bólki við Noreg, Frankaríki og Eysturríki. Nú verður so Sveis í teirra stað.

Í danska HM bólkinum hevur korona eisini gjørt um seg, og tí er strikuspælarin Henrik Toft Hansen ikki við.

Føroyingurin á høgra veingi, Jóhan á Plógv Hansen, er við í danska hópinum.

32 lond eru við í endaspælinum í Afrika, sum harvið er tað størsta endaspælið í hondbólti í søguni.

/ritzau/