Klokkan 15.26 lendi leiguflogfarið hjá Lech Poznan vesturi í Vágum.
Hetta merkir, at dysturin millum KÍ og Lech Poznan verður spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.45.
Lech Poznan vann fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League 1-0.
So er spurningurin hvussu nógv drúgva ferðin hevur órógvað pólska hópin?
Var MLM 712 hjá Comlux Malta ikki lendur í dag, so hevði dysturin byrjað í annaðkvøld klokkan 19.
Dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og FC Lugano úr Sveis verður leiktur til tíðina.
Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í kvøld klokkan 18.30.
FC Lugano vísti gløggsemið við at koma til landið í góðari tíð. Teir vóru her longu fyrradagin.
FM1 sigur beinleiðis frá evropeisku dystunum hjá KÍ og NSÍ.










