UEFA lønir Lech Poznan fyri kleyvarskapin: Dysturin er fluttur til fríggjakvøldið

Tað loysir seg opinbart ikki at fylgja góðum ráðum

Kleyvarskapur loysir seg, letur til. Mynd: Lech Poznan.

Nú hevur Portalurin fingið staðfest, at seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan verður IKKI leiktur í kvøld klokkan 20.45.

 

Portalurin skrivar, at UEFA hevur trumfað ígjøgnum, at dysturin á Tórsvølli verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19.

 

Sostatt hevur UEFA bara lurtað eftir Lech Poznan, ið hevur ignorerað øll góð ráð um - eins og FC Lugano - at koma til Føroya í góðari tíð, og at brúka eitt flogfelag, ið hevur fólk og útgerð til flúgving í norðurhøvum, og ikki eitt maltesiskt leiguflogfelag, ið ikki hevur fólk og útgerð, sum er ætlað til flúgving í norðurhøvum. Í sama viðfangi hevur UEFA als ikki lurtað eftir KÍ í hesum málinum, men bara eftir felagnum við vánaligu ferðafyrireikingunum. 

 

Stutt sagt: Lech Poznan hevur fingið løn fyri sín kleyvarskap og vánaligu fyrireikingar. Vit eru von við, at føroysk lið vera burturdømd í evropeiskum dystum. Nú hendi tað eisini uttanfyri vøllin. 

 

KÍ stendur til at spæla dyst móti AB á Argjum sunnudagin klokkan 17.15. Tað er minni enn tvey samdøgur aftaná dysturin móti Lech Poznan er liðugur. Tann dysturin hongur helst í leysum lofti nú. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Lech Poznan. 

 

 

 

Kleyvarskapur loysir seg, letur til. Mynd: Lech Poznan.